Eitt nýtt prestaembæti verður skipað í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi. Tveir prestar gera tænastu í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi. Í vár varð heitt á politiska myndugleikan um ein prest afturat. Játtandi svar er komið, og eitt nýtt prestaembæti verður skipað í vestara prestagjaldi.
Gongst eftir ætlan, verður søkt eftir presti at byrja á vári / sumri 2009, skrivar Trúboðin.