Nýtt prestagjald í Hoyvík

Føroya Stiftsstjórn hevur søkt mentamálaráðið um at stovna nýtt prestagjald í Hoyvík.

Tað upplýsir Jógvan Fríðriksson, biskupur.

Ætlanin er, at nýggja prestagjaldið skal eita Suðurstreymoyar Norðara prestagjald, og biskupur kundi hugsað sær, at í hesum prestagjaldinum skulu vera Hoyvík, Hvítanes, Kaldbaksbotn og Kaldbak.

Fyribils skal prestagjaldið hava ein prest, men tørvur er á tveimum, sigur Jógvan Fríðriksson.

Umleið 10 føroyingar lesa gudfrøði, so væntandi verða fleiri umsóknir, tá prestastørv í framtíðini verða leys at søkja.