Science Fiction úr Klaksvík gjørdist í 1985 ársins livebólkur í eini slíkari kapping í Føroyum. Í kjalarvørrinum kom ein útgáva, ið gjørdist væl umtókt, m.o. minnast vit løgini Í Skúri og The Runaways. Seinni gjørdist sangarin Jákup Marnar Antoniussen eisini kendur frá samstarvinum við Óla Poulsen í m.a. bólkinum Blátt.
Men nú, 20 ár seinni, eru Science Fiction aftur tøkir við útgávu. Umframt, at hetta er ein nýggj útgáva, er gamla bandútgávan frá 1985 eisini tøk í hesi dupultfløguni.
Teir góðu gomlu sangirnar frá 1985 kenna vit beinanvegin aftur og kunnu fegnast um at hava møguleikan at ognast teir í talgildum hami.
Nýggi tónleikurin á fløguni, ið eitur Crossroads, er serstakliga trúgvur mótvegis stílinum, sum vit kendu bólkin fyri frá fyrru útgávuni. Jákup Marnar hevur góða og eyðkenda rødd, ið setir dám á tónlekin og røddin er ikki fánað.
Í stíli er í stóran mun talan um sama stíl, hvørt vit so velja at nevna tað country merktan popp/rock ella okkurt annað. Ofta vakurt borið fram. Í støðum er kanska meira talan um rock ella rockballadur.
Tekstsíðan er trúgv mótvegis upprunanum frá 1985. Sangirnir eru á enskum, men tó tykist ein menning vera farin fram og eisini merkist ein farri av afturlítandi sorgblídni. Ungdómurin, vinir, ið komu og fóru.
Men eisini tyngri og álvarsligari mál eru til umrøðu í tekstunum í dag: Vakri og sigandi sangurin Dont turn the blind Eye snýr seg til dømis um eitt so álvarsligt mál , men tíverri vanligt í gerndisdegnum, sum blóðskemd og siðamisbrot.
Stuttligt ella áhugavert er, at onkur av tekstunum er tikin av einum tekrússi úr Nýfundlandi og so er bryggjað víðari. Hugvekjandi; ein sær viðkvomu sálina fyri sær, yrkjaran, sum í fjarskotnum einsemi á fiskileið finnur pennin fram við íblástri frá áskriftini á einum tekrússi.
Men um tað var júst so tað hendi, skal her ikki skrivast unidr uppá, tí tað veit ummælarin ikki, men stuttligt er altíð at fáa eitt sindur at vita um upprunan til ein sang og so hevur ein hug og loyvi til at ímynda sær restina sjálvur. Men kanska kom yrkjarin bara fram á hetta tekrúss á eini køkshill í Klaksvík hvør veit? Men hetta ger ikki tekstin verri.
Tónleikararnir eru ikki verri í dag, enn fyri 20 árum síðani, fyri at siga tað so. Og tøkniliga er sjálvsagt eisini framgongd.
At teir eru trúgvir mótvegis stílinum, sum teir høvdu á fyrru útgávuni, kann eisini vera teimum til rós. Tað eru nevniliga als ikki allir føroyskir tónleikarar, serliga í útgávuhøpi, sum megna at staðfesta ein stíl og slett ikki at halda hann, um talan er um fleiri útgávur.
Og tónleikurin er av slíkum slag, sum rakar ein breiða fjøld av føroyingum, eins og fyri 20 árum síðani, so vóninar fyri góðari móttøku skuldu verið góðar, nú Science Fiction (framtíðarlýsingin) - kemur fram aftur úr tokuni frá áttatiárunum.
Absalon Østerø spælir trummur, slagverk, Jóan P. Hansen guitarar, mandolin, Heri Ziska Dahl, tangentar og Jákup Marnar Antoniussen syngur og hann hevur eisini gjørt orð og løg, eins og hann í stóran mun gjørdi á fyrru útgávuni.
Erik Biskupstø stóð fyri upptøkunum í Studio Pegasus. Gestasangarar eru Tóra við Keldu, Torkil Mørkøre og Arnfríð Lutzen. Ingi Isaksen og Torkil Mørkøre tóku eisini upp, Hans Poulsen ljóðblandaði og Lhenert Kjeldsen mastraði. Gunnar Nolsøe hevur skrivað stutta, men áhugaverda lýsing av bólkinum, tíðini og útgávunum báðum. Tutl gevur út.