Nýtt og spennandi føroyskt mentanarrit

Tíðindaskriv

Í sambandi við at nýggja mentanarritið "OUTSIDERmagazin er útkomið verður skipað fyri móttøku í Miðlahúsinum í Vágsbotni fríggjadagin kl. 17, har stigtakararnir báð-ir Kim Simonsen og Bergur Rønne Moberg fara at leggja ritið fram og greiða frá. Eisini fer Knút Háberg Eysturstein at spæla til hátíðarløtuna



OUTSIDERmagazin nummar 1 er útkomið. Við eru greinar, ummæli, essays, nýggjar søgur eftir m.a. Einar Már Gudmundsson, Jóanes Nielsen. Í blaðinum eru eini 20 føroyskir og útlenskir skribentar, høvundar, listafólk og onnur, ið hava skriva, yrkt, gjørt grafikk og annað upprunatilfar. Við eru eisini greinar eftir Gunnar Ekelöf, Knút Háberg Eysturstein, Berg Rønne Moberg, Firouz Gaini og onnur.
Tema í hesum blaðnum er outsidarin innan mentan og list í Føroyum sum uttanlanda. Í blaðnum eru ferðafrásagnir úr Afrika og frá Europa. Kjak um globalisering og William Heinesen. Ummæli av nýggjum norðurlendskum høvundum og føroyskum rokktónleiki, sum t.d. 200 og Knút Háberg Eysturstein. Greinar um rokksøgu og um list í Føroyum í dag.
Blaðið er hesuferð 176 s. langt, er eins nógv ein innbundin bók í A5 stødd. Blaðið er at fáa í bókhandlum og stórum kioskum í Føroyum og kostar 165 kr. Í Danmark fæst tað í Føroyahúsinum og í ávísum føroyskum feløgum. OUTSIDERmagazin kann eisini bíleggjast á heimasíðuni hjá OUTSIDERmagazin: www.outsidermagazin.com
? Við hesum blað vilja vit skapa nakað heilt nýtt og serliga stimbra tey ungu til at skapa og skriva. Í blaðinum eru fleiri nýggir føroyskir yrkjarar og onnur hava skrivað stuttsøgur siga stigtakararnir Kim Simonsen og Bergur Rønne Moberg.
Kim Simonsen er blaðstjóri og hevur næst at sær Berg Rønne Moberg. Grafikarin er Høgni Egholm Magnussen, ið hevur verið snið-gevi og internetdesignari á blaðnum og á nýggju heimasíðuni www.outsidermagazin.com. Listamaðurin Ole Wich hevur illustrerað ein part av blaðnum.
Við í blaðbólkinum eru Svend Højgaard, ið lesur til bókavørð og stud.mag Agnar Jógvansson, BA. Jóan Petur Ludvig Trier og onnur, ið hava nógv góð hugskot og tankar um list, foto, bókmentir og annað. Forsíðuna hevur fotografurin Bárður Eklund gjørt.

FAKTA
OUTSIDER magazin
Data:Blaðið hevur A5 format og útkemur eina til tvær ferð um árið - tað skal seljast í Føroyum, Danmark og (seinni vónandi) um øll Norðurlond. Síðutalið skal vera 175-220. Bert perman, lýsingar og ávísar myndir eru í litum. Blaðið skal liva av lýsingum og øðrum stuðli.