Nýtt og gott klónað

Kravboð frá ósexutum bureaukratum, yvirlaborantum og moraliserandi eftirlitsfrikum hevur elvt til eitt upphitað klima, har fólk eru vorðin meiri ivingarsom við ávísan mat, óvitandi um maturin er natúrligur, ónatúrligur, vandaleysur, eitraður, ov kemiskur, ikki nóg kemiskur og so framvegis

“Klónað neytakjøt”, “klónað mjólk”... hetta ljóðar sum sovorðið, vit eiga at halda okkum langt burtur frá. Sovorðnar matvørur, sum annars bert koma fyri í einum Niels E. Nielsen-hugsaðum dystopia, har neyt verða gjørd í eini rannsóknarstovu fyri síðani at enda á okkara tallerki umvegis telepatiskum tyrlum.
Hvør okkara, um valið stendur ímillum at eta ein leskiligan “klónaðan búff” ella ein leskiligan “normalan búff”, hevði ikki valt tann “normala”... bara-soleiðis, tú-veitst, fyri ein sikkurheits-skyld?
Kortini, gjørdu vit tað, hevði hetta verið óskilborin atburður. Tí fakta er, at “klónað neytakjøt” og “klónað mjólk” eru heilt fullstendiga bumbusikkur. Vørur, sum jú ikki eru øðrvísi enn “veruligt” neytakjøt ella “ordilig” mjólk, men í onkrum føri betri.
So, hví er tað, at fjølmiðlar hava ein næstan patologiskan tørv á at ræða okkum frá klónaðum matvørum við grimmum, sci-fi-ljóðandi smásøgum um hvussu “følsk neyt útvega okkum við yvirnatúrligum matvørum”?
Sum so oftani er hetta eitt úrslit av angist-politikki heldur enn sinniligari analysu. Ongastaðni hevur hesin størri atdráttarmegi enn tá ið tað kemur til mat, tá ið hugskotið um bara okkurt nóg so ónatúrligt, framleitt av ófrættakendum fleirtjóðafyritøkum ella í so nossligum bóndum á yvirstórum gørðum, fær landið upp á gos.
Og serliga í hesum anti-olju, anti-kjarnorku og anti-tøkni døgum, har substansfátækir, men sertifikatríkir sethúsaeigarir hata CO2 og mannaættina, eta kaninføði og renna, í besta føri, tí øll onnur gera tað, í ringasta, ja, eitt sindur av tí sama, men eisini tí tey siga seg “føla seg so væl aftaná” og hasa kensluløddu skræpuna um at “vilja lata verðina aftur í sama ella betri standi enn tá ið vit óforbetrandi materialistar tóku við”—sum um komandi ættarlið nakrantíð hava gjørt nakað fyri okkum!

Sjálvt við hasum frikutu yvirskriftunum um zombie-mat, er vert at hava í mentu, at hetta faktiskt ikki er klónað neytakjøt ella mjólk, vit tosa um. Kýrnar, ið eru atvoldin til hesar nýliga nógv umrøddu matvørur, eru avkom hjá klónaðum kúm, og ikki beinleiðis klónaðar kýr, og tískil ikki ólíkar øllum øðrum kúm (ella hvat fleiri vesturlendsk dagbløð apsalutt halda upp á at kalla “normalar” kýr).
Og hóast kjøtið og mjólkin stavaði frá roynveruligum klónum, hevði tað ikki verið nakað problem, tá ið tað ikki er nøkur vísinda-grundað orsøk til at skyna millum produktir frá klónum og produktir frá vanliga framleiddum djórum. So tað er ikki bert kjøt frá avkominum hjá klónum, ið er trygt at eta, men eisini kjøt frá klónum.
Slíkt rokilsi er at meta við vampyr-skaldskap, ið er treytaður av tí faktum, at fólk gerast uppøst við at styggja seg sjálvi; og nettupp ræðumyndirnar um klónaðan mat er eitt klassiskt dømi um hvussu fólk vinda seg upp í ein sannan terrorstand mestsum fyri stuttleika. Øll vísíndafólk, ið eg eri komin fram á, høvdu yvirhøvur ikki havt nakað ímóti at stappa klónaðar burgarar í hálsin á sínum forkelaðu lortendum. Tað er, sum so, gott nokk fyri meg.
Ja, eg veit, eftir at ov nógvir granskarir, ikki so nógv innan veðurlagsfrøði, men granskarir kortini, hava vanært vísindi við sínum uppfunnu persónsynskjum um “veðurlagsbroytingar”, grundað á gamalt politiskt agg frá tá múrurin fall, trívist mistrúgvin á “vísindi” betur enn bispur í útvarpsstovu. Men tú mást skilja, at heldur enn at kritisera sína kensluligu sjálvprofilering, krevja hasir pilløru “granskararnir” á reyða heilsuvonginum meira av tí sama—sum vóru teir fullir lastbilsjaførar í einum stuttleikahúsi umgirdir av titanskum boppum. So har er ein munur.

Helst skuffar hetta hasi, ið dyrka ræðukampanjur og vamlast við natúrliga úrveljing og betran av verum, tað veri seg mannaættini ella djóraslagnum, men ein klónað kúgv verður ivaleyst munandi tryggari at eta, og tess mjólk væl tryggari at drekka, enn frá eini minni ramligari kúgv við skerdum førleikum.
Fyri kapitalistiska stórbóndan, sum hevur atgongd til kúgva-klónandi tøkni, eru fyrimunirnir veldigir. Bóndar, sjálvandi, hava altíð brúkt úrveljandi aling at tryggja sær, at teir fáa sterk og kjøtug djór ístaðin fyri nøkur veik og skroypilig av slagnum (sum so aftur mótprógvar hugskotið, at allar hasar “normalu” kýrnar, vit síggja spákandi úr einum bøi í annan, eru simpul, natúrlig produkt av Gaiu á hennara ástarveiðu).
Við klóning kunnu bóndar sostatt vera uppaftur meiri úrveljandi. So at skilja, at varnast teir eina óvanliga góða mjólkkúgv ella eina, ið klárar seg væl í ómildum veðri, íðan, tá kunnu teir gera ein identiskan maka og soleiðis margfalda tess yvireginleikar.

Harumframt mugu vit minnast, at øll søgan aftanfyri landbúnað hevur snúð seg um at broytt og tillagað neyt, og fenað yvirhøvur. Í fornøld, í Egyptalandi, blivu neyt ikki brúkt fyri sína mjólk, tey blivu ald at gera tað. Og tað er jú tað, vit gera nú: vit halda hasi prosessini við líka.
Annars haldi eg, og nú eri eg ongin bóndi, men gongur tað sum ein kúgv, rennur sum ein kúgv—ja, nú veit eg ikki, um hatta rennur—men um tað flytur seg sum ein kúgv, luktar og líkist eini kúgv, og hevur somu genetisku samanseting sum einhvør onnur (“normal”) kúgv, tá er tess uppruni fullkomiliga líkagyldigur. Tað vil so siga, at so leingi sum hatta fenomenið kann flokkast sum ein kúgv, er tað ikki nakað, eg liggi í andvekri av.
Saman við nýfunnu naturalistisku ideologiini hjá panikktiknu træklemmarunum er grundin til mótstøðuna ímóti klónaðum mati, hugsi eg, handa ímyndin av zombieum úr einum sci-fi horror filmi við trampandi neytum í bygdarlagnum, so hvørt sum tær súgva blóð úr erotiskum ungmoyggjum og eta tær feitu.
Men klónað neyt er jú nakað tað sama sum eineggjaðir tvíburðar—ymisk fólk, ymisk persónsmenska, og tí skilji eg ikki trupulleikan hjá brobbersetandi brimríðarum og hyperpaniskum hysteriskum mammum, hvørs børn liva í einari grønari trygdarboblu.
Og tó. Frælsisstjalandi andstøðan til klónaðan mat og stórt landbrúk er væl einki minni ein politisk meining enn Una Argesa prísan av hasi fúlt ódemokratisku og mannminkandi paragraf 266b, ið hindrar libertianskum tvørballum sum mær saman við øðrum minnilutum at láturliggera og spotta samkynd—sum vóru tey nøkur verjuleys stakkaladýr, ov bleyt og skítbýtt at verja seg sjálvi.
Ein meining, ein romantisk fantasiverð heldur, har vit liva av hvørjumøðrum og lokalum mati, “økologiskum” mati, og dyrka smábóndan, sum burdi droppað sín primitiva natúr-neista og profittminimerandi fyritakssemi, og ístaðin drukkið vín og lisið Shakespeare; ja, livað eitt sindur meiri bohemiskt. Ja, nakað sum miðalistiski Uni “latið okkum øll banka Jenis upp á pláss, men annars vera ordiliga heildarsamd”-Arge.

Betri kýr, betri kjøt, betri mjólk—tað er gott fyri búnaðarfólk, og tað er gott fyri kundan. Hóast hetta uppliva vit eitt heilt óneyðugt matbangilsi hvørja ferð populerpressan finnur uppá at klíggja uppaftur hatta kvalandi postulatið fyri sínum miðalklóka miðalklassa, at matur gerst alt meiri “ónatúrligur” og, av hesum, vandamikil.
Ikki tí, seinnu árini hava mangar virðiligar avísir, radikalir aktivistar og skattafíggjaðar stovur umframt umboðsstovnar styðjaðir av landsapparatinum birt upp undir ein óheimilaðan ótta um matin, vit koyra í okkum, fyri ikki at nevna løgin, vit kulka í okkum.
Fyrst í farna áratíggju fóru umhvørvisverndaristar saman við øðrum superproduktum av skandinaviska vælferðarstátinum í hernað ímóti teimum, ið faktiskt tímdu at arbeiða og faktiskt vera ein samfelagsnytta, við hugskotinum, at genmanipulerað føði var eitt svakligt frávik. “Eitt klokkuklárt dømi um hvussu menniskjað hættir sær at spæla Gud og pilka við náttúruna, og sum fer at gera okkum sjúk, endar hon í matskipanini”, fingu vit at vita. Tó, ílegutillagað avgrøði eins væl og “klónaður matur” hevur aldri havt óheppin hjáárin fyri fólk, og afturat tí hava vit í eitt árarað verið njótarir av slíkum mati upp á allar møguligar mátar.
Á sama hátt hava Fólkaheilsuráðið og Heilsufrøðiliga starvsstovan eins væl og allir verðsins trygdar- og heilsustovnar, hvørs setningur opinberiliga er at verja okkum fyri okkum sjálvi, syrgt fyri einum púrasta ógrundaðari angistneurosu fyri kemikalium í mati: hvussu yvirfarligt tað er at eta ov nógv salt, og hvussu nógv feitt vit eiga at eta.
Alt hetta, ráð og kravboð frá ósexutum bureaukratum, yvirlaborantum og moraliserandi eftirlitsfrikum, hevur elvt til eitt upphitað klima, har fólk eru vorðin meiri ivingarsom við ávísan mat, óvitandi um maturin er natúrligur, ónatúrligur, vandaleysur, eitraður, ov kemiskur, ikki nóg kemiskur...

Tað er bæði syrgiligt og álvarsamt, at reyðgrønir vanlukkuprofetar púrasta óavbjóðað eru komnir til hasa faktaløttu og ræðsluøsandi konklusjónina, har fullkomiliga trygt og heilsugott kjøt verður viðfarið sum ein tíðarbumba fyri føðiketuna.
Nei, heldur hevði eg viljað verið fangaður í eini rottufongdari kolanámsgongd við Brian Kerr og Øssuri Winthereig enn stuðla hesum ómodernaðu vælferðarkroppum í teirri merkverdigu roynd at fáa verðina at standa í stað.