Brandur Enni var ikki í besta formi, tá hann fór á pall leygarkvøldið á Jóansøkufestivalinum, men løgini boða frá góðum. Røddin hjá Brandi var ikki í sínum besta formi, men tað vóru nýggju sangirnir harafturímóti. Brandur hevur gjørt sera stór framstig, hetta árið hann hevur verið í Svørríki, og vónandi fara vit at hoyra meira til hann her í Føroyum komandi tíðina.
Tað merktist týðiliga, at Brandur var á heimavølli. Hann prátaði við fólk, og fekk veruligt samband við áhoyrararnar. Brandur framførdi sera nógv nýggj og spennandi løg, men spældi eisini eitt sindur av sínum gamla. Millum annað framførdi hann Waiting In The Moonlight. Eg má siga, at eg krimpaði tær, tá ið hann byrjaði. Mundi hann fara at megna at syngja sangin, uttan at fella aftur í gomlu rolluna sum barna poppidol; rolluna sum hann í fleiri ár hevur stríðst fyri at sleppa burturúr? Hann spældi eina heldur øðrvísi og friðarliga útgávu av sanginum. Fólk sungu við. Øll framførslan var akustisk, og tað skapti ein sera góðan stemning. Framførslan gekk sera væl. Hevði hann sungið sama sangin fyri bert einum ári síðani, hevði tað ikki kunna gingið annað enn galið. Fyri meg var góða framførslan av tí sanginum prógvið - barnastjórnan er veruliga vorðin vaksin, og hevur góðtikið, at hann fyri summi altíð fer at vera Moonlight; men veit eisini, at hann hevur møguleikan og evnini til at vera so nógv meira.
Tjóðhild Patursson