Ongantíð fyrr hava so nógv fólk ferðast um Vága Floghavn sum í 2018. Talið av ferðandi um flogvøllin í fjør var 377.813, sambært hagtølunum hjá Vága Floghavn. Hetta talið fevnir um komur og fráferðir tilsamans hjá bæði føroyingum og útlendingum. Hetta skal tískil ikki skiljast sum, at 377.813 einstøk útlendsk ferðafólk hava vitjað Føroyar í 2018, men at hvør fráferð og hvør koma telja við í samlaða talinum.
Vit tosa her um ein rættiliga fittan vøkstur, sum samsvarar væl við gongdina seinastu árini. Í 2017 var ferðafólkatalið 341.388, sambært hagtølunum hjá Vága Floghavn. Hetta er ein vøkstur á 10,7 prosent samanborið við 2017.
Í 2010 var ferðafólkatalið 199.988, so tað manglar lítið í, til at talan er um einatvífalding av ferðandi um Vága Floghavn síðan 2010.