Nýtt met: Ferðafólkatalið hjá Smyrli vaksið við 16.000

Ongantíð fyrr hava so nógv fólk ferðast við Smyrli uppá eitt ár

Í síðstuni hava vit á in.fo og í Sosialinum varpað ljós á gongdina í Suðuroynni. Vit hava eitt nú lært, at føroysku miðlarnir hava tendens til at varpa ljós á avbjóðingarnar á oynni heldur enn møguleikarnar og sólskinssøgurnar - tí tað eru fleiri av hesum. 

 

Og nú vísa nýggjastu tølini hjá Strandferðsluni enn eina positiva síðu av spurninginum um framtíðina á oynni - nógv fleiri ferðaðust nevniliga við Smyrli í 2018 samanborið við í 2017. Fyri viku síðan mátti Strandferðslan tillaga ferðaleiðina millum Havn og Krambatanga, serliga tí farmaflutningurin var øktur munandi. Men tað er ferðafólkatalið sanniliga eisini, sambært hagtølunum hjá Strandferðsluni. 

 

 

 

16.000 fleiri ferðafólk

 

266.358 fólk ferðaðust við Smyrli í fjør, og hetta eru góð 16.000 fleiri enn 2017, tá 250.305 ferðandi vóru. Í 2016 var talið 242.338 ferðafólk. Fleiri akfør vóru eisini við í fjør - heilt neyvt 104.979, meðan 98.679 akfør vóru árið fyri.

 

Ongantíð fyrr hava so nógv fólk ferðast við Smyrli uppá eitt ár, og talið av akførum umborð hevur heldur ongantíð verið oman fyri 100.000 - so hetta er nýtt met.

 

Mánaðurin við flestu ferðafólkunum var juli, tá Smyril tók 29.615 ferðafólk. Hetta er næstan tvífalt so nógv sum í januar - tá var talið 15.485. Strandferðslan segði við in.fo í síðstu viku, at talið av útlendskum ferðafólkum við Smyrli er alsamt vaksandi, so tað er ivaleyst hetta, sum sæst aftur í tølunum. 

 

Mann er í Suðuroynni í ferð við at gera ítøkiligar ætlanir fyri at menna ferðavinnuna á oynni. Fleiri verkætlanir eru á veg, og mann er tilvitaður um, at Suðuroyggin eigur at lofta møguleikanum við einari dagførdari nýmótans ferðavinnu.

 

 

 

Hinar leiðirnar

 

Tað er ikki bara í Suðuroyarleiðini, at tølini eru vaksandi. Knapp 213.000 ferðafólk vóru á Sandoyarleiðini í fjør samanborið við árið fyri, tá góð 208.000 ferðafólk ferðaðust. Eisini sæst ein vøkstur á Fugloyar-/Svínoyarleiðini, meðan hinar leiðirnar standa í stað - uttan Nólsoyarleiðin, har talan er um eina minking. Í 2017 var talið av ferðafólkum tvørtumum Nólsoyarfjør 101.097 fólk, men í fjør er hetta talið minkað niður í 96.435.