Nýtt mannfólkablað?

Herfyri frættist, at enn eitt blað var við at síggja dagsins ljós í Klaksvík. Enn eru ongar ítøkiligar ætlanir á borðinum, men tað er ikki óhugsandi, at føroysk mannfólk fara at fáa sítt egna blað

Mótspæl til Kvinna
Klaksvíkingurin Rógvi L. Svøðstein sigur, at saman við øðrum hevur hann í eina tíð kannað føroyska blaðmarknaðin fyri at síggja, hvar tørvurin er størstur.
- Ætlanina um at geva eitt nýtt lokalblað út í Klaksvík fóru vit rættiliga skjótt burtur frá aftur. Tann marknaðurin er nokk ov lítil til at gerast áhugaverdur fyri okkum, sigur Rógvi, men leggur afturat, at enn eru nógvir ótroyttir møguleikar á føroyska blaðmarknaðinum.
- Seinastu tíðina hava vit spælt við tankan um at geva eitt mánaðarligt mannfólkablað út. Vit ímynda okkum, at blaðið kundi verið eitt mótspæl til Kvinna, við greinum um evni, sum hava áhuga hjá mannfólki, portettum, heilsusíðum o.s.fr, sigur Rógvi.
Enn liggja ongar ítøkiligar ætlanir á borðinum, men Rógvi er sannførdur um, at tørvurin fyri einum dygdargóðum blaði fyri føroysk mannfólk frá 20 ár og uppeftir avgjørt er til staðar.