Tann fyrri setningurin omanfyri er bara ein banal konstatering av landsins válandi stevi - at alt hevur sína tíð - soleiðis sum sagt verður í gomlu bókini við svartari permu, og tann seinna flotta og poetiska setningin letur - stórskemtarin, baksarin og trubadururin: Jens Eli - tóna kring landið hesa heystarløtu.
Løgmanssetrið
Nýggi løgmaðurin tyktist heldur ovfarin, táið hann áðrenn sjálva tilnevningina - til fragd fyri okkara høltu pressu – fór út í Nesið og setti suðurpólin varliga niður í hásæti landsins, sum tó – enn – bara er ein vanligur leðurstólur, ”og mætli svá fyri munni, sárt rørdur av løtunnar hátign”, at hann var ovfarin um ta virðing, sum hann longu merkti fyri løgmansstóli landsins, t.e. helst heitinum og embætinum. Hetta helst tí, at har vóru hjástaddar tríggjar tænandi ternur, sum fittar tók ímóti nýggja flogskiparanum. Og fyrr var illa.
Løgmaður farandi
Um okkara avmynstraði skiparin, Jóannes, løgmaður, (á latínskum tignarmáli helst nevndur: Giovanni, Pontifex Maximus), sum fór vassandi í land av grundbrotnu CHE-samgonguskútuni hevur somu virðiligu virðing fyri tign og dramblæti løgmanstólsins, er heldur ivasamt.
Tí tann ivi, sum ið øllum førum á skerminum sást kring landið, í niðurdrignu eygum løgmansins, táið hann av Løgtingsins tignarstóli fekk av at vita, enntá frá einum av sínum egnu ”vápnagarpum til Ormin Langa at forsvara”. Og alt samalt í 2. persóni í eintali: ”TÚ, JÓANUSS! (uttan eftirnavn ella løgmannsheiti) hevur SVIKIÐ MEG, svikið Sandoynna, og svikið (haldi Skúvoyggin, Dímun og Lítli Dímun hingu við sum kontant-rabatt) Suðuroynna og SVIKIÐ ALT FØROYA LAND!”
Hesi vóru orðini. Og eg hoyrdi onkran tá spyrja:” Skulu vit betala skatt fyri at halda lív í hesum ótignarliga undirhaldinum, ella hvat - !??
Tingformaður og tignin
Og hetta hendi uttan at formaður Løgtingsins talaði at (kanska gottaði hann sær, var í andstøðuni tá, vælsignað, so hetta kom kanska væl við). Men, álvaratos, hvat er ein tingformaður til? Og fær hann eisini løn? Um nakar nevnir bara ein tinglim fyri eitt nú: Heini í Kunoy, og sum er einnevndur og einskildur - í allari verðini! Ja, so ríkur formaðurin upp úr sæti og átalar grummur: ”Tingmaðurin eitur Heini O. Heinesen”. Til hetta skemtuliga átaluvirksemi kundu vit bara havt eina digetala automat til at halda skil á hesum. Og uttan nakran snorksovandi tingformann íheilatikið. Og so var tað spart í hesi krepputíð.
Jamen, spyr hin einfaldi veljarin: er einki mark fyri vanvirðingini av leiðara landsins ella er hann veruliga ein landssvíkjari - tí mótmælti nakar?? Antin er nakað rívandi galið við Jóannesi sjálvum ella tingsins formanni ella við tí avsindiga røðaranum! Tí skal ein tinglimur ikki bara - gjøgnum formannin - tala mótvegis øðrum tinglimi, og hetta í vanligum 3. persóni – ja, um nakar er heima í ovastu hædd, væl at merkja -.
Meðan sólin sær søkir hav
Teir bestu heilarnir í heiminum liggja nú barlengir á berajóli, tí alheimskreppan kom á teir og allan heimin og á okkum við sum eitt byrsuskot. Vit vitstu, at triðingurin av heimsins íbúgvum vanliga plaga at sova søtan. Men at allir heimsins hendinga heilar – mitt í millum allar blaktrandi telduskipanir í glampandi keypsskálum stórbýanna – allir snorksova í senn!? Ber tað til, ella er tað bara enn ein áminning um, at alt stendur fyri falli, ið ”føtt er av kvinnu”.
Eitt landsstýri sat frá 1998-2004, sum fekk tað truplu uppgávu at endurveita fyri lønarafturhaldni í kreppuárunum miklu í 1990’unum. Og hetta eydnaðist. Umframt avlop varð á hvørjum ári, og so varð eisini í landskassanum rúm fyri, at tann alsamt vaksandi blokkurin varð niðurfrystur og minkaður við umleið 350 milliónum um árið. Men so kom tíverri nýval í úrtíð, tí tann uppifjarðaði Anfinn, løgmaður, kollapsaði undir trýstinum.
Sambandsflokkurin við róðrið
Tá kom Sambandsflokkurin til fíggjarliga róðrið - fýra gyllini ár - og úrslitið varð 100millióna undirskot í landsroknskapinum á hvørjum ári. Well, væl lærdir menn kanska, men ikki nóg dystilærdir. Og tað ger allan munin. Og soleiðis bleiv tað, at tann nú í heygsetta CHE-samgongan í vár stóð fyri at yvirtaka val-lyftanna dundrandi undirskot, tí at ørskapurin hjá fyrru ABC-samgonguni, upp undir valið í januar 2008, tók burtur bæði vitið og valdið á løgtingslimum, sum vildu fyri einhvønn prís sleppa inn aftur í hitan. So einfalt er tað.
Og eftir sita tey góðtrúðnu. Tí gamalt er, at skuffilsini yvir lyftisbrot, altíð eru líka fram proportional við givnu forvæntningarnar.
Javnaðurflokkurin við stýrisvølin
Men nú situr Javnarflokkinum á landskassanum. Og teirra umsitingarøki eru bæði dýr og útreiðslunørd. Á heilsuøkinum tykist tað fyri okkum skattgjaldarum, sum um at bókhaldið har úti fungerar onkursvegna, men at stýringin gongur fyri seg við trimum leysum árum - bæði í rúmd og stjórn. Og at áralagið er hareftir.
Nýggi løgmaður fær ymisk skoðsmál: treiskur, góðtrúgvin (og hvør er ikki tað, og mest tann vanligi veljarin), stendur við orð síni, fótafimur og klófastur! Soleiðis er lívið. Øll fáa sítt. Men valdið hevur hann nú, og tí er bara at bíða, at nakað spyrst burturúr, og sum ger hesar hissini metingarnar til skammar.
Tí tað ynskja vit og hava skyldu til at biðja eftir - at alt fer at ganga væl í hond - fyri allar valdar løgmenn, landsstýri og fyri landið alt.
Og til seinast um tunlar o.a.
Nú, mín tolni lesari, meðan tú hevur lisið hetta, eru rundstykkini helst dýrkaði við 1 kr. og breyðini við 5 kr., og tað harmar meg, soleiðis at verða óbeinleiðis orsøk til hesa dýrkanina. Men var tað ikki ein startur fyri nýggja landsstýrið, at gloyma øll givin lyfti um tunlar og m.a., og heldur farið og kannað, hvussu landsins neyðsynjarvørur hava tað, og sum kanska kundu sloppið undan hesari alsamt accelererandi hækkanini.
Men skal talan hinvegin verða um ein tunnil, so lat bara tey privatu taka sær av hesum. Tí eitt er vist, at kemur Skálafjarðartunnilin ikki í bræði, so má høvuðsvegakervið úr høvuðsstaðnum og út um landið breiðkast munandi – helst upp til fýra spor, og tað verður ikki framt uttan munandi milliarda upphæddir.
Og tað veit hvør borgari í landinum, og serstakliga tey, sum í sorg og sakni varða av vanlukkuligu gongdini á hvørjum ári.
Og eisini er greitt, at eingin kann vænta sær nakað av verandi vegamyndugleikum landsins, sum fyrr - undir heilt øðrum heiti - sýndu stórt hegni og serkunnleika og vaktu virðing um lond fyri vega- og tunnilsgerðir. Men sum nú tykjast at vála sum í ørviti og leiðsluloysi.
Tí eru míni ráð hesi: ”Leggið tað, sum eftir er av hesum stovni, bara út til tær størstu kommunurnar at umsita. Tær klára tað saktans og helst væl betri – og fyri væl minni kostnað.”