Hvønn týsmorgun er sangur á skránni í Tilhaldinum í Havn. Ymiskir tónleikarar skiftast til at spæla undir.
Týsdagin sat Knút Olsen við klaverið, og púra óvæntað hevði hann nakað nýtt at bera fram.
Hann hevði smíðað eitt nýtt lag til Tjaldur ver væl komið, sum døtur hansara sungu.
Lagið sat so mikið væl, at tá ið komið varð til seinasta ørindi, kundu øll syngja við.