Nýtt hagafelag skal virka fyri rættinum at fara í hagan

Nú er Hagafelag Føroya stovnað, sum fer at arbeiða fyri at tryggja frælsi hjá fólki at fara út í náttúruna

Á fundi mikukvøldið 20. mars varð Hagafelag Føroya stovnað. Felagið fer at arbeiða fyri at tryggja frælsi hjá fólki at fara út í náttúruna og at fáa staðfest rættindi og skyldur í hesum sambandi.

 

- Endamál felagsins er at virka fyri rættinum at fara í hagan, úr fjøru niðan á fjallatind. Felagið skal virka fyri at varðveita og menna eitt fjølbroytt, heilsugott og virkið lív í haganum umframt at arbeiða fyri at verja náttúruna, stendur í endamálsorðingini.

 

Nevndin í nýstovnaða felagnum er hendan: Rúna Hjelm, Magnus Gaard, Eydna Klakkstein Thomsen, Eyðun Húsgarð og Óluva Zachariasen. Varalimir eru Sigurð Ó. Vang og Guðrun Zachariasen. Nevndin fer at skipa seg í næstum.

 

Áhugin at gerast limur í Hagafelag Føroya er stórur. Bara eitt samdøgur eftir stovnanina høvdu longu umleið 150 fólk meldað seg sum lim í felagnum, og limatalið veksur støðugt.

 

- Føroyingar hava langa siðvenju at leita sær í hagan. Hesa siðvenju skulu vit halda fast í, so eisini komandi ættarlið fáa alsk og kunnleika til okkara náttúru. Felagið leggur samstundis dent á, at tað hevur alstóran týdning at virða og ikki vera til ampa fyri tað virksemi, sum er í haganum, skrivar nýggja felagið.