Granskarar hava funnið leivdirnar av eini risastórari reptil á Svalbard. Sagt verður, at beinagrindin er tríggjar metrar stór og 10 metrar long, og hevur djórið soleiðis verið á stødd við ein vanligan býarbuss. Jørn H. Hurum, ið er ein av granskarunum á staðnum sigur við Bergens Tidende, at teir eru rættiliga vísir í, at talan er um ein sannan risa, sum ongan tíð áður hevur verið sæddur. Í august mánaði funnu granskarar eisini leivdina av einum øðrum stórum fornaldardjóri á Svalbard.
Tíðindi
Alt spældi væl av í Klaksvík
Lýsingagrein