Nýtt flakavirki letur upp í Sørvági

Felag undir stovnan hevur gjørt sáttmála við Pf. Vesturvón, um at leiga sonevnda »Bláa« bygningin til flakavirksemi. Tveir av partaeigarunum í nýggja felagnum eru sølufelagið Farex og felagið sum eigur ísfiskatrolaran »Vesturvarða«

Nýtt felag undir stovnan hevur gjørt fyribilssáttmála við Pf. Vesturvón, sum eigur »Bláa« bygningin á bryggjuni í Sørvági, um leigu av bygninginum til flakavirki. Fyrr í vikuni komu maskinurnar, sum nú verða settar uppá pláss. Bygningurin er í sera góðum standi, nú Pf. Vesturvón hevur umvælt hann fyri einar 4-5 mió. kr., og tá ið maskirnurnar aller eru komnar, skal Heilsifrøðiliga Starsstovan endaliga góðkenna bygningin til endamálið. Tað gekst illa at fáa nakað at vita nærri um, nær ætlanin er at fara undir framleiðsluna frá teimum, sum eru við at stovna nýggja felagið, men sambært stjóranum í Pf. Vesturvón, er ein fyribilssáttmáli gjørdur millum nýggja felagið undir stovnan og Pf. Vesturvón um leigu av bygninginum.


Skjótt til arbeiðis

Ólavur Petersen, stjóri í Pf. Vesturvón sigur, at nú er leigusáttmálin til nærlestur og hann metir, at endaligi sáttmálin verður undirskrivaður nakað skjótt.

Tveir av stovnarunum av nýggja felagnum sum skal leiga »Bláa« bygningin til flakavirki, eru sølufelagið Farex í Tórshavn og felagið, sum eigur ísfiskatrolaran »Vesturvarða« í Sørvági.

Hvussu sterkt hetta nýggja felag verður, hevur ikki eydnast at fingið nakað at vita um, og heldur ikki, hvussu nógv fólk kunnu fáa arbeiði á nýggja virkinum, tá ið tað letur upp.