Nýtt FIFA og Battlefield ávegis

Fyritøkurnar, sum gera telduspøl, hava á stórari stevnu í Los Angeles avdúkað, hvørji nýggj spøl eru ávegis

Fyritøkurnar, sum gera telduspøl, hava á stórari stevnu í Los Angeles avdúkað, hvørji spøl koma á marknaðin í næstum.

 

Fyritøkan Electronic Arts, ella EA, kunngjørdi, at í nýggja FIFA 19 spælinum, verður tað fyri fyrstu ferð nakrantíð møguligt at spæla Champions League fótbólt. Í nýggja spælinum eru bestu fótbóltsfeløgini í Evropa savnað í einari talgildari Champions League kapping, skrivar dr. dk.

 

EA boðaði eisini frá, at fyritøkan fer at geva út nýtt Battlefield V spæl. Viðmerkjarar siga, at eitt tað best umtókta spælið í løtuni, Fortnite, tykist at hava givið íblástur til tað komandi Battlefield V spælið. Spælið er einfalt. 100 spælarar kappast móti hvørjum øðrum á sama stríðsvølli, og vinnarin er tann síðsti, sum yvirlivir.

 

Stóra stevnan fyri tey, sum menna og gera telduspøl, er í Los Angeles í hesum døgum.