Ferðamannaskipið Marina kom á Havnina í morgun kl. 08.30, við eru 1171 ferðafólk. Skipið sum er 238 m langt, kemur úr Lerwick og leggur síðani leiðina upp á Ísafjørðin. Umframt ferðafólk eru umleið 750 fólk við sum manning.
Hetta er fyrstu ferð, at hetta skipið, sum er nýtt, er á Havnini, og vóru Heðin Mortensen borgarstjóri, Jákup Símun Simonsen havnarnevndarformaður, Ingibjørg Berg kommunustjóri og Jónsvein Lamhauge havnarmeistari tí umborð og bjóðaðu teimum vælkomnum og handaðu skiparanum Flokos Dimitrios, sum er úr Grikkalandi, búmerkið.
Í ár koma 41 ferðamannaskip á Havnina, tað næsta, sum er Saga Pearl II kemur longu fríggjadagin.