Reiðaríið Vermland í Streymnesi hevur keypt eitt 2200 tons stórt farmaskip úr Týsklandi, sum fær navnið Vestland. Enn eitt farmaskip er komið í føroyska skipaflotan. Reiðaríið »Vermland« í Streymnesi, v/ Niels Andreas Mortensen hevur keypt eitt 2200 tons stóra farmaskipið úr Týsklandi. Skipið er bygt í 1984 í Týsklandi og er 80 x 12,60 m til støddar.
Ymiskar broytingar verða í næstum gjørdar, og skal skipið síðani í vinnu í Norðurevropa. Skipið hevur fingið nýtt navn og eitur nú »Vestland«.
Tað er skipsmeklaravirkið MARETEC á Argjum, sum skipaði fyri søluni av skipinum úr Týsklandi.










