Nýtt føroyskt met í 50 metra bringu­svimjing

Pauli Ø. Mohr setti nýtt føroyskt met í 50 metra bringusvimjing fríggjamorgunin. Hann svam í innleiðandi riðlinum í EM í Budapest, men hann var ov stuttur til eitt finalupláss.
Hann kom á mál við tíðini 31.39 sekund.
Gamla metið er frá 2008. Dánjal Martin Hofgaard hevur sitið á metinum seinastu tvey árini, sum hann slóð undir Reykjavík International Games.
Fyrrverandi metið var 32.36 sekund.