Hanky Panky verður nú til Hanky Panky ? the Show. Johan í Kollafirði fer saman við Eyðfinni Drewsen at hava live-show hvørt fríggjakvøld.
Sjálvir siga teir báðir, at Hanky Panky The Show er ein sending frá einari svunnari tíð.
- Eini tíð, har ið menn vóru menn og konur vóru konur. Hanky Panky sigur manntal, landsstýrismenn og løgtingsmenn. Hanky Panky sigur Babes og ikki vakrar kvinnur. Ja, Hanky Panky er sendingin, har alt er loyvt uttan politisk korrektheit.
Hvørt fríggjakvøld í vetur verður Café Natúr karmur um Hanky Panky, sum eisini verður sent á Rás2.
Og teir báðir lova, at einki er ómøguligt. Skattajaktir, sjómanstak, wet t-shirt kappingar, live tónleikur og buldur og brak er bara nakað av tí, sum er á skránni, siga Johan í Kollafirði og Eyðfinn Drewsen.