Nýtt Føroyakort við denti á ferðamál

Í dag kemur út eitt nýtt Føroyakort til teirra sum ætla at ferðast í Føroyum  bæði føroyingar og útlendsku gestir okkara. Á kortinum eru nevniliga tey mest vitjaðu støðini í Føroyum víst við tekningum

Tann sum hyggur í kortið sær tað sum verður kallað ferðamál ella attraktiónir - støð sum eru nógv vitjaði av ferðafólki. Á baksíðuni er so møguligt at lesa nærri um flestu støðini og hvørji tilboðini eru.
Støðini kunnu verða søvn, útferðir við báti, á hestbaki ella til gongu og onnur tilboð til ferðafólk. Eisini nøkur støð við serstakari náttúru ella útsýni og støð við nógvum fugli.
Kortið er ætlað at sjónliggera ferðamálini og møguleikarnar og samstundis at geva eitt yvirlit yvir alt landið. Kortið kemur afturat tí tilfari sum longu er tøkt: økisfaldarar fyri tey ymisku økini í landinum og aðrar ferðabóklingar og ferðakort.
Tað er ein áhugabólkur við Sjúrða Poulsen og Ólavi Poulsen, sum hevur tikið stig til hetta átakið í samstarvi við almennu ferðavinnuna, t.v.s. Ferðaráðið og Kunningarstovurnar kring landið.
Kortið verður borið ókeypis í hvørt hús í Føroyum og er avgjørt vert at goyma og hava við, tá farið verður at ferðast í egnum landi ella at taka fram og vísa øðrum hvat vit hava at bjóða. Kortið er eisini at fáa á øllum Kunningarstovunum og gistingarhúsum kring landið.
Virkir, fyritøkur, stovnar og onnur kunnu keypa kortið frá Kunningarstovunum kring landið ella frá forlagnum Føroya Met, um tey ynskja at geva viðskiftafólki, vinum og kenningum eitt kveikjandi minni.