Eimskip hevur sett tvey nýggj fólk í starv. Agnar Jensen er settur sum søluleiðari og Súsanna McBirnie sum kunningarfulltrúði.
Agnar Jesen er 36 -ára gamal og hevur tikið prógv sum ?Akademiingeniør? við Niels Brock Handilsakademii í Keypmannahavn. Hann hevur starvast innan sølu á Faroe Seafood í Danmark og í Føroyum.
Súsanna McBirne hevur tikið prógv sum cand. comm. (samskifti og týskt) við Roskilde Universitets Center.
Ì ár eru liðin 10 ár, síðan Eimskip fór undir regluliga sigling til Føroyar. Avbjóðingarnar gerast alt størri og størri og í dag eru 30 starvsfólk hjá P/F Eimskip í Føroyum. Í minsta lagi trý skip koma á Havnina um vikuna og eitt til Klaksvíkar. Eimskip lossar fermir og siglir - altíð, og farleiðirnar gerast alt fleiri og fleiri í tali.