Eitt nýtt etingarólag hevur nú tikið seg upp innan styrkivenjingina. Tað nevnist megareksi og hevur alstórar trupulleikar við sær. Talan er um eitt slag av øvugtum anoreksi, sum í alt størri mun rakar menn, sum íðka styrkivenjing í venjingar- og fitnesshallum.
Ólagið minnir um anoreksi á tann hátt, at teir hava eitt yvirdrivið fokus á egnan kropp, eitt ónáttúrligt samband við mat og eru sera upptiknir av egnari útsjónd.
Munurin á anoreksi og megareksi er, at megarektikarin ikki ynskir at minka, men at vaksa. Málið er at gerast stórur og harður, fullur av pumpaðum vøddum og við so lítið av feitti, sum gjørligt. Har anorektikarin hyggur í spegið og sær eitt eina feita mynd av sær sjálvum, sær megarektikarin bert ein lítið, klæntrasligt nell -eisini hóast hann í veruleikanum er bæði stórur og vælbygdur.
Ofta koma eisini dopingevni inn í myndina hjá megarektikaranum, serliga anabolskar steroidir.










