Kappingin millum dansistøðini í Havn harðnar aftur. Seinasta árið hava Platform og Eclipse nærum verið einaráðandi í Havn, hvat dansistøðum viðvíkur, men 1. desember letur eitt nýtt diskotek upp, sum ætlar at taka kappingina upp við Eclipse og Platform.
Mark Joensen og Mouldi Manai eru í løtuni í holt við at umbyggja kjallaran undir Rio Bravo í Tórsgøtu, har Casablanca í sínari tíð helt til. Væntandi verður umbyggingin liðug um ein góðan mánað, og tá verða dyrnar latnar upp einum nýggjum nútímans diskotek í Havn.
?Eg havi seinastu árini ferðast við DJ-showum kring landið, og út frá teimum royndunum, meti eg avgjørt, at tørvur er á einum diskoteki afturat í Havn, sigur annar av eigarunum, Mark Joensen.
Hann greiðir frá, at talan verður fyrst og fremst um eitt diskotek til ung úr 18 ár og uppeftir, men møguleiki verður eisini hjá bólkum at framføra live-tónleik. Ætlanin er, at diskotekið skal hava opið fríggjakvøld og leygarkvøld.