Hevði tjóðartingsval verið í Grikkalandi nú, hevði tann konservativi flokkurin Nýtt Demokrati verið tann størsti við 26,1 prosentum av atkvøðunum. Tað er ein munandi framgongd samanborið við valið fyri knappliga 14 døgum síðani, tí tá fekk flokkurin 19,6 prosent.
Nýtt Demokrati er ein av teimum fáu flokkunum, sum halda fast við avtalurnar við ES og Altjóða Gjaldoyragrunnin, sum bera í sær, at landið skal fremja umfatandi sparingar.
Vinstrasamgongan Syriza er sambært kanningini tann næststørsti flokkurin við 23,7 prosentum av atkvøðunum. Samgongan vil ikki vita av avtalunum við ES og Altjóða Gjaldoyragrunnin, men vil hava Grikkaland at halda fram í evrusamstarvinum.
Á valinum tann 6. mai fekk eingin flokkur meiri enn 20 prosent av atkvøðunum, og fleiri royndir at skipa eina samongustjórn miseydnaðust. Tí verður nýval tann 17. juni.