Nýtt danskt stjørnuskot

Christian Eriksen hevur í ár fingið kjansin á besta liðnum hjá Ajax, og hann hevur fingið sera góð skoðsmál frá venjaranum Martin Jol. Eriksen er bert 18 ára gamal, men hevur spælt fleiri dystir fyri Ajax seinastu vikurnar.
- Hvussu góður kann hann blíva? Líka góður sum teir spælarar, sum vit áður hava selt fyri nógvar pengar, sigur Martin Jol við SportWereld.