Í gjár kunngjørdu vit, at eftir páskir fer Sosialurin at koma út tríggjar ferðir um vikuna. Tað var júst um hetta mundið í mars í 1990, at Sosialurin broytti útgávudagarnar frá trimum til fimm dagar um vikuna. Tá sum nú stóðu lýsingarinntøkurnar fyri falli, og tí var neyðugt at gera eitthvørt til tess at vinna innaftur tað, sum kreppan tók av lýsingarmarknaðinum.
Nógv er broytt í miðlaheiminum hesi 20 árini - ikki minst síðani internetið sá dagsins ljós í Føroyum í 1996. Tá var Sosialurin eisini við frá fyrsta degi - og longu árið eftir í 1997 kom InternetSosialurin - so at siga í sama líki, sum vit hava kent hann síðani.
Tað er í teirri sannroynd, at vit mugu fyrihalda okkum til tær stóru broytingar, sum eru farnar fram innan miðlaheimin seinastu árini, at vit nú taka hetta stigið. Nýggju og skjótu miðlarnir fáa alt størri týdning fyri tíðindaflutningin, og tí má blaðið, sum vit kenna tað, fáa eina aðra uppgávu við at fara meira í dýpdina, meira aftur um søgur og meira analysering.
Í Miðlahúsinum hava vit tveir aðrar miðlar: Portalin hjá Føroya Tele og Rás2. Hesir eru báðir væl egnaðir til skjót tíðindi, sum prentaða blaðið ikki kann kappast við. Portalurin verður dagførdur við tíðindum alt samdøgrið, meðan Rás2 hevur fimm tíðindasendingar um dagin. Hesir báðir miðlar eru ein suksé í sjálvum sær - Portalurin sum tann so nógv mest vitjaða heimasíða í landinum. Hon er so nógv vitjað, at eingin onnur heimasíða hevur møguleikar at koma upp á knøðini á Portalinum, sum Føroya Tele eigur, men hvørs tíðindi verða skrivað av Sosialinum.
Rás2 er eisini ein sólskinssøga fyri seg. Hendan lítla útvarpsstøðin, sum einans er fíggjað við lýsingum, hevur rættiliga megnað at tikið kappingina upp almenna public service útvarpið hjá Kringvarpinum. Tað sigur ikki so lítið um, hvat ber til við dugnaligum og eldhugaðum starvsfólkum, sum hvønn dag gera sítt ítarsta til tess at náa einum góðum útsliti bæði í blað, á Portalinum og í Rás2.
Triðja páskadag kemur nýggi Sosialurin út við nútímansgjørdum sniði og broyttum innihaldi, og vóna vit, at haldarar, lesarar og lýsarar taka væl ímóti nýggja blaðnum.
----
Sosialurin









