Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, hevur í dag lagt eitt uppskot fyri ting um at byggja eitt nýtt barnaheim. Tað boðaði Páll á Reynatúgvi, løgtingsformaður, frá tá tingið bleiv sett í morgun.
Í uppskotinum verður skotið upp, at landsstýriskvinnan verður heimilað at byggja barnaheim í Tórshavn. Kostnaðurin av nýggja barnaheiminum er 65 milliónir krónur.
Sambært uppskotinum er ein átrokandi tørvur á einum nýggjum barnaheimi, tí sum nú er, húsast barnaheimið í fimm ymiskum bygningum í høvuðsstaðnum, har summi eru óegnað. Í løtuni eru 22 børn og ung og 2 familjur innskrivað í Barnaheiminum.
Nýggi bygningurin fevnir sambært uppskotinum um eina móttøkudeild við fýra kømurum og tveimum skermaðum íbúðum, fýra bú- og viðgerðareindir við tilsamans umleið tjúgu kømurum við atgongd til vesi og felagshøli, eina eftirverndareind við átta smáum íbúðum og eina familjueind við átta íbúðum í ymiskum støddum.
Nýggja barnaheimið skal eftir ætlan byggjast við endan av Flatarvegnum í Hoyvík.









