Klaksvík skal hava eitt nýtt og nýmótanst bátaøki.
Óluva Klettskarð, forkvinna í havna- og vinnunevndini í Klaksvíkar kommunu, sigur, at eftir ætlan skulu seks milliónir setast av í ár og eini seks-sjey milliónir í næsta ár.
Nýggja økið verður bygt sum ein rundingur, harav ein triðingur er á landi og tveir triðingar ganga út á sjógv.
Armarnir, ið ganga út á sjógv skulu m.a. verða bátabrúgvar og pallur til havsvimjing.
Uppi á landið skal verða eitt sølutorg, har møguleiki verður at selja ymiskt. Tað verður fyrst og fremst, tað, ið kallað verður durasøla, sum kann umfata t.d. fiskavørur.
Eisini verður pláss gjørt til, at felagsskapir av ymsum slag kunnu hava tiltøk á staðnum.
Eftir ætlan skal projekteringarbeiðið byrja í næstum.
Tað er Ósbjørn Jacobsen, ið hevur tekna uppskotið.










