– Tað verður ofta sagt, at nýtslan av rúsevnum veksur í Føroyum.
Tað staðfestir Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, nú hon hevur lagt eitt upplegg fyri Løgtingið við fleiri tilmælum um, hvønn rúsdrekka- og rúsdrekkapolitikki, vit skulu hava frameftir. Og seinni fer Løgtingið eisini at hava eitt aðalorðaskifti um spurningin.
Men hóast røddir eru frammi um, at rúsevnanýtslan er veksandi, vísa spurnarkanningar, at hjá teimum 15 ára gomlu í Føroyum, er misnýtslan væl lægri í Føroyum enn aðrastaðni.
Men fyri at koma svarinum nærri, kallaði Sirið Stenberg umboðum fyri løgregluna, TAKS, landsapotekaran, SSP og formannin í Fólkaheilsuráðnum, á fund at meta um støðuna.
– Og á tí fundinum varð niðurstøðan, at nøgdirnar eru eitt vet veksandi sigur Sirið Stenberg. Í hesum sambandi vísir hon á, at smuglarar verða alsamt snildari og samstundis verða smuglaraleiðirnar alsamt fleiri.
Eitt nú er talið á ferðafólkið fleirfaldað eftir fáum árum, samstundis sum at vit innflyta og útflyta fleiri vørur, og alsamt fleiri farmaskip eru komin í føroyska flotan.
– Somuleiðis eru pakkarnir við posti nógv fleiri í dag, nú fólk dagliga bíleggja vørur á netinum til Føroyar og nøkur bíleggja eisini rúsandi evni við posti.
Tað merkir, at hóast TAKS og løgreglan, í góðum samstarvi við Apoteksverkið, leggja stóran dent á stríðið ímóti rúsevnum, er eftirlitið í roynd í veru viknað, tí talið á fólkum, skipum og pakkum, er fleirfaldað.
– Tað er ein avbjóðing, sum vit eiga at taka í stórum álvara í royndunum eftir at gera Føroyar rúsevnafríar, sigur Sirið Stenberg. Og tí er neyðugt at styrkja eftirlitið hjá TAKS, leggur hon afturat.
Men samstundis er tað eisini neyðugt at fyribyrgja, og í hesum arbeiðnum er neyðugt upplýsing og hugburðsrøkt.
– Tað er neyðugt, at fólk, serliga tey ungu, verða kunnað um lívshættisligu vandarnar við rúsevnum, sigur landsstýriskvinnan. Og tí fer hon nú at mæla Fólkaheilsuráðnum til at taka málið upp.
– Hóast tey, sum eru misbrúka rúsevni, ikki eru nógv í tali, eru trupulleikarnir ógvusligir fyri tey, sum verða rakt, sigur Sirið Stenberg.