Nú treingir saman um hjá skuldsettu

- Tað hevur gingið framá við kanningunum seinastu dagarnar, men enn skulu leysir endar knýtast saman, segði Grímur Grímsson á tíðindafundi.

Á tíðindafundinum seint í dag, segði kanningarleiðarin hjá íslendsku løgregluni, Grímur Grímsson, at hann er rættiliga sannførdur um, at menninir, sum sita varðhaldsfongslaðir, hava dripið 20 ára gomlu, Birnu Brjánsdóttur.

 

Hann segði, at løgreglan er væl ávegis við sínum kanningum. At blóð er funnið í bilinum, sum varðhaldsfongslaðu leigaðu, eins og líkið nú er funnið, eru hornasteinar í kanningararbeiðnum.

 

- Tað hevur gingið framá við kanningunum seinastu dagarnar, men enn skulu nakrir leysir endar knýtast saman, segði kanningarleiðarin hjá íslendsku løgregluni, Grímur Grímsson.

 

Hann legði aftrat, at kanningarnar fara at halda fram í dagar aftrat, men at løgreglan nú veit betri, hvar tey skulu hava fokusið. Avhoyringarnar av teimum báðum varðhaldsfongslaðu verða nú tiknar uppaftur - í morgin sum ein annan dag.

 

- Tað er ikki óhugsandi, at líkið av Birnu Brjánsdóttur er kastað í havið aðrastaðni, enn har tað í dag varð funnið við Selvogsvita. Tað er mangt, sum bendir á, at hin 20 ára gamla hevur verið deyð í bilinum, segði Grímur Grímsson.

 

Tað er íslendska ríkisútvarpið - RUV - sum ber hesi tíðindi frá tíðindafundinum seint seinnapartin.