Nýtið tølini frá Gallup konstruktivt?

Rógvi Róin, Sølustjóri


Lurtaði eftir áhugaverda og  fyri meg - viðkomandi prátinum, ið teir báðir Káraarnir  yngri og eldri, sum teir rópa seg,  høvdu við teir tríggjar Petur Mohr Reinert frá VikuBlaðnum, Inga Samuelsen frá Dimmalætting og Jan Müller frá Sosialinum í morgunsendingini hósmorgunin í síðstu viku. Teir tosaðu serliga um lesaratalið hjá hesum trimum bløðum við støði í kanningum, sum Gallup Føroyar ger og regluliga hevur gjørt.
Eg hevði ongar ambitiónir at blanda meg í hetta kjakið, men sum prátið gjørdist í sendingini, kann eg ikki lata vera við at lata fleiri av útsøgnunum  serliga hjá Jan Muller, blaðstjóra á Sosialinum - fara framvið borðinum ósvaraðar.

Hví vísa dagbløðini ongantíð til lesaratølini?
Fyri tað fyrsta er tað alment kent í grannalondum okkara, at dagbløðini við jøvnum millumbilum vísa til lesaratøl, sum t. d. Gallup-stovnurin ger. Hetta gera føroysku dagbløðini ikki. Hví kanst tú so spyrja? Eg veit ikki, men út frá kjakinum í morgunsendingin hósmorgunin, eru ábendingarnar týðiligar.
-Tølini geva IKKI tær ábendingarnar, sum dagbløðini vilja hava! Tølini hjá Gallup vísa nevniliga, at VikuBlaðið er tað blaðið, sum flest føroyingar »hyggja« ígjøgnum.
- Onnur orsøk kann vera, at bløðini IKKI hava álit á regluligu lesarakanningunum, sum Gallup ger, har teir spyrja umleið 520 fólk, um tey hava »hugt ígjøgnum seinastu útgávuna av..«..Dimmalætting, Sosialinum, VikuBlaðnum, SMS blaðnum, Trúboðanum og øllum hinum bløðunum, sum verða givin út.
Í samrøðuni hósmorgunin setti Jan Muller, blaðstjóri á Sosialinum, beinleiðis spurnatekin við trúvirðið á kanningunum hjá Gallup, tí tær verða gjørdar týsdag, og harvið eru til fyrimuns fyri VikuBlaðið, sum kemur út hendan dagin, meðan stóra blaðið hjá Sosialinum, er leygardagsblaðið. Hesin pástandur er beinleiðis skeivur, tí umleið 10 spyrjarar frá Gallup klára ómøguliga at ringja til fleiri enn 520 fólk upp á ein dag/kvøld. Jan og onnur starvsfólk á Sosialinum hava fleiri ferðir áður víst mær á hendan pástand, og havi eg eins og Gallup Føroyar eisini víst teimum á, at kanningarnar verða gjørdar yvir fleiri dagar og ikki bara týsdag.

Nýtið hagtølini konstruktivt!
Síðani Gallup Føroyar fór undir at gera sínar spurnakanningar í apríl mánaði í 2002, havi eg óivað starvast í teimum báðum fyritøkunum, sum hava gjørt flest Gallup-kanningar í Føroyum. Hetta eru báðar fyritøkur, sum eftir míni metan eru mest sjónligar og mest málvitaðar á føroyska lýsingamarknaðinum. Í tøttum samstarvi við Gallup Føroyar og seinast eisini við teirra analytikarum, gera vit smærri og størri kanningar og greiningar av tølunum. Veit eisini, at onnur, sum starvast í lýsingarvinnuni, nýta Gallup at gera kanningar fyri seg.
Í sambandi við lesaratølini eru vit serliga áhugað í demo- og geografiska býtinum av lesarunum og hvussu lesaraprofilurin (aldur, kyn, áhugamál, inntøka v. m.) á teimum ávísum miðlunum er, og hetta nýta vit aftur í okkara strategi og planlegging av lýsingarherferðum v. m. Hetta fyri at fáa sum mest burtur úr okkara lýsingakrónum. Vit vilja stutt sagt lýsa har, VIT meta ávirkanina vera størsta.
Tí vil eg siga við Jan, at ístaðin fyri at harta Gallup Føroyar fyri ikki at seta røttu spurningarnar og at siga, at teir samanbera lesaratølini fyri dagbløðini Sosialin og Dimmalætting, við eitt nú tølini fyri VikuBlaðið, Kvinnu, Trúboðan og líknandi bløð, átti Sosialurin heldur at farið í samstarv við Gallup og funnið fram til »røttu« spurningarnar; ALTSO teir spurningarnar, hann og teir á Sosialinum meta vera teir røttu. Í Íslandi verða lesaratølini fyri ókeypis bløðini, Frettablaðið og Blaðið, alment samanborin við dagbløðini DV og Morgunblaðið. Hví skal hetta verða trupulleiki her hjá okkum?
Hvørki vit - ella nøkur onnur fyritøka ella stovnur  nýtir Gallup-kanningar at greiða frá nøkrum, vit vita frammanundan. Hinvegin hyggja vit kritiskt eftir kanningunum og nýta tær til at STAÐFESTA. Meta vit, at aðalsetningurin í ávísari kanning vísir, at vit ikki røkka málsetningum, tillaga vit møguliga okkara strategi eftir hesum
Tí kanst tú spyrja, um dagbløðini ikki tora ella tola at fáa ta STAÐFESTING, at flest føroyingar »hyggja« í VikuBlaðið! Heldur áttu tit, sum varða av, at nýtt hesi og onnur tøl og kanningar frá Gallup konstruktivt í tykkara menning av bløðunum og tykkara virksemi annars.
Vil at enda bera dagbløðunum báðum, Dimmalætting og Sosialinum, rós fyri, at tey royna at betra seg og tillaga seg øktu kappingina og harvið gerast enn meira attraktiv hjá okkum lýsarum at lýsa í. Tøkk til VikuBlaðið fyri at hava verið við til at økja um útboðið av lýsingarmiðlum, og tøkk til Gallup Føroyar fyri at  hava tikið stig til at bjóða tænastur fram, sum  um rætt atborið  kunnu hjálpa føroyskum fyritøkum at menna seg og leggja ætlanir.
rogvi@kall.fo