Nú tekur ein banki afturat gjald frá fólki fyri at hava pengar á bók

Tað kemur í gildi í heyst

Nú fer eisini Norðoya Sparikassa at taka pengar frá teimum, sum eiga nógvar pengar á bók. Tað boða tey frá í dag.

Tey siga, at tað er fyri at laga raksturin til tað lágu rentuna, sum er nú, og fyri at laga bankan til tey fíggjarligu krøv, sum verða sett bankum nú.

Allir privatkundar kunnu hava 500.000 krónur á bók, uttan at skula rinda fyri tað. Tey privatfólk, sum hava meiri enn tað á bók, skulu rinda bankanum 0,75 prosent í rentu av tí. Tó kunnu tey privatfólk, sum eiga minst 30.000 krónur í ábyrgdarpeningi, eiga eina millión í bankanum, áðrenn tey skulu rinda fyri tað. Men tey, sum eiga meiri enn eina millión, rinda eisini 0,75 prosent í rentu av tí.

Men eingin skal rinda fyri at hava eftirlønir í sparikassanum og tað skulu børn, og ung, heldur ikki

Hereftir fer tað heldur ikki at bera til at hava pengar við tríggja mánaða uppsøgn og allar kontur við tríggja mánaða uppsøgn, verða broytt til vanlig innlán.

Annars skulu alllir vinnukundar rinda 0,75 prosent í rentu fyri at hava pengar standandi í Norðoya Sparikassa.

Umframt hetta eru tað eisini nakrar av útlánsrentunum sum hækka og hækkingin er upp í 0,5 prosentstig. Broytingarnar fáa gildi frá 1. september.