Leygardagin 8. september vóru bátar úr Nólsoy aftur eftir nátungum, men hesin dagurin royndist einki serligur, og veiðan var ikki tann stóra henda dagin.
Á Facebook-síðuni - Nólsoy Nú & Tá - sæst, at menn, sum vóru við tveimum av bátunum, sum vóru á nátaveiði, fingu ávikavist 64 og 74 fuglar leygardagin.
Báðir hesir hildu fyri, at hesin dagurin helst fór at vera hin seinasti av nátungavertíðini á hesum sinni, og annar tók til, at hetta helst er "the end" hjá sær hesaferð.
Í morgun, nú vit skriva 10. august, er fínasta veður, og ivaleyst kann nátungi framvegis fáast á góðari nátaleið, um veðrið heldur sær í dag.
Men, nú nærkast vertíðin veruliga endanum, og menn lata einki serligt at veðrinum í vertíðini í ár.