Fiskiloyvi
Tjóðveldistingmaðurini Norðoyggjum heldur, at málið við fiskiloyvinum hjá Jógvani S er uttan fyri lógarinnar áseting.
Eisini hann vísir til lógina um vinnuligan fiskiskap og flokkingina millum bólkarnar.
Hann heldur, at her er politikkur uppií, og sigur, at nú er tíðin komin til at taka samstarvið við Fólkaflokkin til álvarsliga viðgerð. Sjálvur hevur hann mestan hug at sleppa burtur úr hesi samgnguni, men vísir á at hann er bara ein av tjóðveldisatkvøðunum á tingi.
?Men eg má siga tað, at eg havi ikki samvitsku til at sita í eini samgongu, sum styðjar slíka framferð sum hesa við høvuðstilfeingi okkara, sigur Heini O. Heinesen.










