Eisini at taka burtur avtalaðar og lóggivnar stuðulsskipanir í tíggjutals milliónaklassanum, og lóggeva henda stuðul aftur í landskassan í staðin.
Uttanumtosið hjá okkara floksformonnum vísir, at nú trupult er at fáa endarnar at røkka saman, hava teir ilt við at taka neyðug stig.
Tórshavnar kommuna fegnast í hvørjum taki, tá løgtingið lóggevur fleiri byrðar á kommunur, tí hvussu út sær, endar peningur í ávísum relativt høgum prosentparti óbeinleiðis aftur í kommunukassanum har. Her er, so segði íslendingurin, »gaman at liva«!
Norðoya tingfólk tigandi í debattini
Tingfólkini í Norðoyggjum eru sum farin undir heilt í debattini ella orðaskiftinum. Tað er harmiligt, tí orðaskifti í fjølmiðlunum er oftast við til at tilevna og búna mál til avgreiðslu. Onnur tingfólk hava langt síðani sæð hetta. - Tað tykist undarligt, at tingfólkini í Norðoyggjum eru so tigandi í debattini, tá tað snýr seg um egið øki.
Sjarmørurin Edmund Joensen fer ótarnaður fram sína sigursgongd á sentralistisku leiðini saman við tigandi tingfólkum úti um landið.
Kanska tey ressast, tá stríð tekur seg upp, tá okkurt hissini uppskot kemur um at leggja stovn úti um landið, tí »har skal hann ikki liggja«!
Tann ið trýr, at Føropyar fáa dynamiskan gerandisdag av hesum, fer skeivur. Nú verða skaptir fleiri almennir stovnar at ansa eftir hinum stovnunum, sum aftur gerast eftiransingarstovnar eftir eftiransingarstovnum. – Okkara lítlu Føroyar er eitt spennandi bureaukratiskt samfelag.
Nú tað fjarar í lands- og kommunukassunum má tíverri staðfestast, at lóggivið verða fleiri og tyngri byrðar á kommunur og vinnulív.