Ísrael sigur seg vilja samráðast

- Endamálið er at fáa ein enda á krígnum og gíslarnar leyslatnar, sigur Benjamin Netanyahu

 

Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, sigur seg nú vera sinnaðan at byrja samráðingar um eina vápnahvíld í Gazageiranum.

 

Tað veit ísraelska tíðindastovan, Haaretz, at siga seinnapartin.

 

- Endamálið er at fáa ein enda á krígnum og gíslarnar leyslatnar, sigur forsætisráðharrin.

 

Fyrr í hesu vikuni løgdu Egyptaland og Hamas fram eitt uppskot um vápnahvíld í Gazageiranum, sum Hamas segði seg kunna góðtaka.

 

Norska kringvarpið - NRK - veit at siga, at uppskotið líkist nógv uppskotinum, sum amerikanski sendimaðurin, Steve Witkoff, áður hevur lagt fram.