Tað upplýsir miðilin NRK.
Norski heilsumálaráðharrin, Jan Christian Vestre, heldur, at neyðugt er at herða lóggávuna um slíkar drykkjuvørur.
Tær innihalda ofta stórar nøgdir av koffeini og kunnu elva til innara órógv, svøvntrupulleikar og trupulleikar við at hugsavna seg.
Í fyrstu atløgu fáa handlar, sum bróta forboðið, munnliga ávaring, um teir selja orkudrykkir til børn og ung undir 16 ár.
Seinni kann bót áleggjast.
Norska læknafelagið og norski fólkaheilsustovnurin høvdu vónað eitt aldursmark uppá 18 ár.
Fyrr í ár samtykti norska stjórnin eitt forboð móti marknaðarføring av ósunnum mati og drekka, sum vendir sær til børn.
/Ritzau/