Gamla Sjómansheimið, nú Hotel Tórshavn er sum spildurnýtt, nú hampuliga stór íløga er gjørd fyri at nútímansgera hotellið.
Í dag frá klokkan 14 til 17 verður almenn móttøka á Hotel Tórshavn, nú høvuðsumvæling av kømrunum og fundarhølum er gjørd, eins og hotellið hevur nútímansgjørt matstovuna og tikið í brúk nýggja café og uttandura fasilitetir. Johannes Jensen, stjóri sigur við Portalin, at so gott sum alt er nýtt á tí gamla Sjómansheiminum uttan elevatorurin, sum er tann sami og tann elsti í landinum. Hann er frá 1951. Hotel Tórshavn bjóðar seg nú fram sum eitt nýmótans city hotel í Tórshavn.