Nútímans virki letur upp í Nuuk

Í dag letur eitt virki upp á havnalagnum í Nuuk, sum fer at virka svartkalva, tosk og krabba.

 

Í dag letur eitt nútímans virki upp á havnalagnum í Nuuk í Grønlandi. Tað er Polar Raajat A/S, sum er ein partur av Polar Seafood, ið eigur virkið.

 

Nýggja virkið, sum er 1500 fermetrar stórt og serliga kemur at keypa svartkalva, tosk og krabba, er bygt beint við síðuna av rækjuvirkinum hjá sama felag.

 

Í byrjanini koma 25 fólk at arbeiða á virkinum, men leiðslan í Polar Raajat A/S væntar, at sum frá líður verður talið av arbeiðsfólki tvífaldað.

 

- Tað, at vit fara at taka ímóti rávøru 24 tímar um samdøgnið, ger, at vit vænta nógv virksemi á nýggja virkinum, sigur stjórin í Polar Raajat A/S, Jan Weinreich.

 

Stjórin væntar eisini, at nýggja virkið fer at verða við til at menna fiskivinnuídnaðin – ikki bara í Nuuk, men í øllum Miðgrønlandi.