Nútímans handil í fjórða ættarliði

- Eg elski mítt arbeiði, og kenni meg slett ikki troyttan. Eg fari glaður upp hvønn morgun. Handilslívið er líka sum blivið ein lívsstílur. Av lyndi eri eg bjartskygdur, og eg síggi ógvuliga ljóst upp á framtíðina, sigur Kristian Suni Haraldsen, vanliga róptur Bassi

FUGLAFJØRÐUR

Kristian Suni Haraldsen var bert 21 ára gamal, tá hann í 1994 kom úr Miklagarði í Havn og norður til Fuglafjarðar at arbeiða í matvøruhandlinum Haraldsen. Langabbi hansara, Jákup, var eisini 21 ára gamal, tá hann í 1914 byrjaði tað virksemi, sum framvegis er í Fuglafirði, men nú undir nútímans og nógv betri umstøðum enn nakrantíð áður.
Fyritøkan Haraldsen í Fuglafirði er soleiðis í triðja ættarliði, men átti av ”røttum” av verið í fjórða ættarliði.
Mamma núverandi eigaran, Kristian Suna Haraldsen, sum verður róptur Bassi, varð lopin um í triðja ættarliði, og tá virksemið aftur skifti eigara, gjørdist tað luturin hjá Bassa at reka fyritøkuna víðari.
Bassi sigur skemtandi, at tað ger kanska einki, um triðja
ættarlið, sum altso var mamma hansara, varð lopið um, tí tey plaga at siga, at tað ofta er í triðja ættarliði, at ein fyritøka fer á húsagang.

Eingin bóking
Kristian Suni eigur ikki bara matvøruhandilin Haraldsen í Fuglafirði. Hann eigur eisini matvøruhandilin Hjá Pidda á Toftum. Báðir handlarnir eru partur av Samkeyp-ketuni. Hetta eru nútímans handlar, har gingið verður rættiliga høgt upp í tænastu og vørudygd, eins og dentur verður lagdur á kappingarføri.
- Handilin í Fuglafirði er nakað størri enn handilin á Toftum, men báðir eru nútímansgjørdir og kundavinarligir.
Bassi sigur, at øll fyrisitingin er í handils-og skrivstovubygninginum í Fuglafirði.
- Mín uppgáva er ikki at sita í bókhaldinum. Haldi ikki, at eg nakrantíð í lívinum havi bókað eitt skjal. Eg leggi stóran dent á fyriskiping og at vera andlitið hjá fyritøkuni inneftir og úteftir. Hinvegin hava vit dagligar leiðarar, bæði í Fuglafirði og á Toftum.

Bassi bjartskygdur
Men virksemið hjá Kristiani Suna og hansara fólki fevnir um væl meiri enn matvøruhandlarnar í Fuglafirði og á Toftum.
- Vit hava eisini Kiosk Vár í Saltangará og í Klaksvík, og vit hava Vistir, ið veitir tænastur til skip og bátar við provianti.
Kristian Suni er í dag 37 ára gamalur. Hann er giftur Herthu, sum er pedagogur, og tey eiga tvær døtur, sum eru ávikavist trý og eitt ára gamlar. Í 2007 fluttu tey í nýggj og snotulig hús í Stovugerði í Fuglafirði.
- Sjálvt um konan ikki aktivt er við í handilsvirkseminum, er hon mær ein hollur stuðul. Arbeiðsdagurin hjá mær er mangan langur, men eg royni sum oftast at vera heima til máltíðirnar. Um kvøldarnar fari eg ofta eina løtu til arbeiðis aftur.
Bassi sigur, at honum dámar handilslívið ógvuliga væl.
- Eg elski mítt arbeiði, og kenni meg slett ikki troyttan. Eg fari glaður upp hvønn morgun. Handilslívið er líka sum blivið ein lívsstílur, leggur hann aftrat.
Av lyndi er hann bjartskygdur, og tá hann verður spurdur um útlitini frameftir, sigur Bassi, at hann sær slett ikki dapurt upp á framtíðina.
Tvørturímóti.
- Eg síggi nevniliga ógvuliga ljóst upp á tað, sum liggur fyri framman, leggur Kristian Suni Haraldsen aftrat.