Nú svarar Kringvarpið

Borgarstjórin í Vági heldur, at KvF látursger við at nýta sang hjá Pipar & Salt í innslagi

 

Tá ið Dagur og Vika í gjárkvøldið hevði innslag um støðuna í Suðuroy, byrjaði innslagið við einum satiru-sangi hjá Pipari & Salt. Hetta fall ikki í góða jørð hjá borgarstjóranum í Vági, sum kallaði tað »látursgerð«.
 
– Tað er trupult at taka Kringvarpið seriøst, segði Dennis Holm í hvassorðaðum skrivi.

Nú hevur Kringvarpið svarað ákoyringunum frá borgarstjóranum í Vági, og tíðindaleiðarin heldur, at tað er trupult, at taka Dennis Holm seriøst.

Les eisini: Niðrað av Pipar & Salt-tónum í Degi og Viku

– Dennis Holm forkastar alt Kringvarpið sum óseriøst, grundað á eitt journalistiskt val um at brúka tónleik frá skemtisendingini Pipar og salt til at lýsa afturvendandi ynskið ella kravið  um, at Suðuroyggin er í serstøðu og má tí fáa serligan politiskan ans, sigur Heini Gaard í skrivi í dag. 

– Var tónleikavalið smakkleyst? Var tað óneyðugt? Ella var tað sigandi fyri politisku føljetonina um Suðuroynna, sum hevur vart í nógv ár? Hyggjarin er dómari, sigur tíðindaleiðarin, sum harvið ikki sjálvur metir um, hvørt tað var rætt at brúka satiru-sangin hjá Pipar & Salt í innslagnum.

Heini Gaard vísir á, at Kringvarpið hevði eina seriøsa og drúgva viðgerð av støðuni í Suðuroy – bæði í útvarpinum og sjónvarpinum.

– Í Degi & viku sama kvøld vóru 16 minuttir av 21 minuttir drúgvu sendingini brúktir til at lýsa hetta sama mál. Samrøður vóru við løgmann og  landsstýrismannin við vinnumálum, umframt umrødda innslag. Eg kann ikki minnast nakra politiska søgu seinasta árið, sum hevur fingið so góða rúmd í Degi & viku, sigur Heini Gaard.

– Fyrigev mær, Dennis Holm, men tað er eitt sindur torført at taka tað í álvara, tá tú alment forkastar alt Kringvarpið sum óseriøst, tí tær ikki dámar tónleikavalið í nøkur sekund av einum samlaðum tíðindadegi, sum stórt sæð snúði seg um hetta mál frá byrjan til enda, sigur hann.

– Endamálið var ikki tillátursgera Suðuroynna, men at vísa á, at menningarætlanin er ein afturvendandi klagusangur, sum hevur verið framførdur so ofta av skiftandi politikarum, at Pipar og salt gjørdi ein satiriskan sang burturúr honum. Tað er harmiligt, um Dennis Holm tulkar, at innslagið er ein látursgerð av støðuni í Suðuroynni. Tað hevur so ikki verið ætlanin. Tvørturímóti, sigur Heini Gaard.