Tríggir dystur hava verið í Effodeildini í dag. Sigrar til ÍF og Víking bera við sær, at bara tvey stig skilja fýra tey fremstu liðini í Effodeildini.
ÍF vann 2-1 á NSÍ í Runavík eftir at hava verið á odda 2-0 í hálvleikinum. Thomas Asmussen legði ÍF á odda, áðrenn Jan Ó. Ellingsgaard økti til 2-0. Í seinna hálvleiki minkaði Klæmint Andrasson Olsen til 2-1 umvegis brotsspark, sum hann sjálvur fekk, men tættari kom NSÍ ongantíð og ÍF vann dystin 2-1.
Heima í Sarpugerði vann Víkingur tepran 1-0-sigur á TB. Einasta málið skeyt Hanus Jacobsen góðar 20 minuttir fyri leiklok. Víkingur var væl omaná í dystinum, men tvøramenn stríddust væl og gjørdu uppgávuna trupla hjá Víkingi.
Í Vági, haðani myndin er, vann B36 ein kravsigur ímóti botnliðnum, FC Suðuroy. Lukasz Cieslwicz misnýtti brotsspark tá ið bara tríggir minuttir vóru leiktir, men tá ið B36 fekk tillutað enn eitt brotsspark eftir góðum hálvum tíma, var Atli Danielsen tryggur og legði B36 á odda 1-0.
Stutt fyri hálvleik fekk Jákup á Borg beinleiðis reytt fyri eina ov harða takkling, men í seinna hálvleiki fekk Poul N. Poulsen hjá FC Suðuroy sítt seinna gula kort, soleiðis at bæði liðini spældi við 10 monnum. Tríggjar minuttir fyri leiklok økti Lukasz Cieslewicz til endaliga úrslitið, sum harvið gjørdist 2-0 til B36.
Sí støðuna, hagtøl og beinleiðis frásøgn niðanfyri:
Støðan eftir 18 umfør
1. EB/Streymur, 35 stig
2. KÍ, 34 stig
3. ÍF, 33 stig
4. Víkingur, 33 stig
5. HB, 28 stig
6. B36, 26 stig
7. NSÍ, 20 stig
8. B68, 19 stig
9. TB, 18 stig
10. FC Suðuroy, 3 stig
NSÍ - ÍF 1-2 (0-2)
0-1: Thomas Asmussen, 22.
0-2: Jan Ó. Ellingsgaard, 35.
1-2: Klæmint Andrasson Olsen, 65. (br.)
Liðugt: ÍF vann dystin 2-1.
90min.: Magnus H. Olsen var tætt við at javna fyri NSÍ í sjálvari yvirtíðini, men bólturin fór beint fram við málinum.
80min.: NSÍ roynir at trýsta fyri at fáa útjavnandi málið, men enn heldur ÍF tætt.
70min.: Árni Frederiksberg var um reppið at javna fyri NSÍ, men Tórður Thomsen í ÍF-málinum legði upp ímillum.
65min.: MÁÁÁÁÁÁÁÁL! NSÍ hevur minkað til 1-2! Klæmint Andrasson Olsen varð feldur í feltinum, fekk brotsspark og setti tað sjálvur í netið til 1-2.
60min.: Tað leikar javnt á við Løkin í Runavík, har støðan framvegis er 2-0 til ÍF. Tað er greitt, at NSÍ skjótt má leggja meiri fyri í eini roynd at fáa nakað burturúr dystinum.
Hálvleikur: NSÍ-leikararnir kunnu ikki vera nøgdir við sítt avrik í fyrra hálvleiki. Serliga verjuparturin hevur spælt illa og hevur tað við sær, at ÍF sleppur til hálvleiks á odda 2-0.
35min.: MÁÁÁÁÁÁÁÁL! 2-0 til ÍF! Bólturin kemur langt innfyri, verður stútaður inn aftur til Jan Ó. Ellingsgaard, sum langar ÍF á odda 2-0.
30min.: Magnus H. Olsen hjá NSÍ hevur havt eitt dundurskot beint framvið málinum.
22min.: MÁÁÁÁÁÁÁÁL! 1-0 til ÍF! Thomas Asmussen legði innfyri og bólturin sigldi allan vegin í málið.
20min.: Nú er NSÍ væl betur við í dystinum og hevur lagt eitt trýst á ÍF. Teir hava havt fýra hornaspørk innan fimm minuttir, men enn er einki vandamikið komið burturúr tí.
10min.: NSÍ smæðist tó ikki burtur og hevur hótt umvegis mótálop.
8min.: Risa møguleiki til NSÍ! Eftir gott innlegg var Klæmint Andrasson Olsen fáar sentimetrar frá at stúta NSÍ á odda.
5min.: ÍF hevur sett seg á dystin frá byrjan og hevur roynt seg við innleggum.
Byrjunaruppstillingar
NSÍ: Kristian Joensen - Monrad Holm Jacobsen, Pál M. Joensen, Jens Joensen, Viljormur Davidsen - Andras Frederiksberg, Magnus H. Olsen, Pól Jóhannus Justinussen, Árni Frederiksberg - Jann Martin Mortensen - Klæmint Andrasson Olsen
ÍF: ÍF: Tórður Thomsen - Uni R. Petersen, Bartal Eliasen, Høgni Zachariassen, Jan Ó. Ellingsgaard - Dánjal á Lakjuni, Høgni Madsen, Karl Løkin, Thomas Asmussen - Bogi Løkin - Clayton Soares
----------------------------
Víkingur - TB 1-0 (0-0)
1-0: Hanus Jacobsen, 70.
Liðugt: Víkingur vann dystin tepurt 1-0.
70min.: MÁÁÁÁÁÁÁÁL! 1-0 til Víking. Eftir innlegg stútaði Fritleif í Lambanum bóltin fyri føturnir hjá Hanusi Jacobsen, sum smekkaði bóltin í málið og legði Víking á odda 1-0.
65min.: Víkingur hevur framvegis yvirvág í spælinum, men enn leita teir eftir teimum stóru málmøguleikunum.
Hálvleikur: Teir eru farnir at hvíla seg í Sarpugerði, og hóast Víkingur hevur verið betra liðið, so er støðan 0-0.
30min.: Framvegis er tað Víkingur, sum er spælstýrandi, men tvøramenn stríðast væl og hava hildið Víkingi frá teimum heilt vandamiklu møguleikunum.
15min.: Víkingur hevur greiða yvirvág í spælbýtinum, men enn hevur heimaliðið ikki framleitt teir nógvu málmøguleikarnar og støðan er enn málleys.
Undan dystarbyrjan: TB er uttan tríggjar lykaleikarar, nevniliga Dimitrije Jankovic, Bojan Timic og Gilla Sørensen, sum allir eru leikbannaðir. Hjá Víkingi er liðskiparin, Atli Gregersen, framvegis leikbannaður.
----------------------------
FC Suðuroy - B36 0-2 (0-1) (liðugt)
0-1: Atli Danielsen, 32. (br.)
0-2: Lukasz Cieslewicz, 87.
Liðugt: B36 fekk øll trý stigini við sær til Havnar umvegis ein 2-0-sigur.
87min.: MÁÁÁÁÁÁÁÁL! 2-0 til B36! Símun Hansen spældi Lukasz Cieslewicz leysan, og hesaferð sveik póllendingurin ikki álitið og økti til 2-0.
70min.: Poul N. Poulsen hjá FC Suðuroy hevur fingið tvey gul kort og er útvístur. Liðini spæla tískil bæði við 10 monnum.
65min.: Hóast FC Suðuroy hava ein leikara fleiri enn B36 á vøllinum, so megna teir ikki at leggja trýst á B36. Gestirnir eru nevniliga framvegis spælstýrandi.
Hálvleikur: B36, sum nú spælir við 10 leikarum, er farið til hálvleiks á odda 1-0.
40min.: Jákup á Borg hjá B36 hevur fingið beinleiðis reytt kort fyri eina ov harða takkling.
32min.: MÁÁÁÁÁÁÁÁL! 1-0 til B36! Enn einaferð fekk B36 tillutað brotsspark eftir at ein leikari varð skumpaður í ryggin. Hesaferð slapp Atli Danielsen at skjóta, og hann sendi bóltin mál til 1-0.
30min.: Gestirnir eru framvegis omaná, men higartil hava tveir møguleikar ikki verið nokk og FC Suðuroy verjir fyri.
15min.: B36 hevur lítla yvirvág í spælbýtinum.
3min.: Bólturin stakk í hondina á einum FC Suðuroy-leikara og B36 fekk brotsspark. Stanislav Kuzma bjargaði skotinum frá 11 metrum hjá Lukasz Cieslewicz, soleiðis at støðan framvegis er 0-0.
Undan dystarbyrjan: Vesturi á Eiðinum í Vági er nakað av vindi, men hetta tykist ikki darva spælinum, og líkindini eru samanumtikið á góðari leið.
Byrjunaruppstillingar
FC Suðuroy: Stanislav Kuzma - Heri E. Kjærbo, Sasa Kolman, Suni úr Hørg, Dan Djurhuus - David Asare, Jón Áki Jacobsen, Palli Augustinussen, Poul N. Poulsen, Høgni Midjord - John T. Poulsen
B36: Meinhardt Joensen - Bárður Olsen, Odmar Færø, Jonas Flindt Rasmussen, Símun Joensen - Símun Hansen, Róaldur Jakobsen, Atli Danielsen, Lukasz Cieslewicz - Dánjal Rói Olsen, Jákup á Borg
Undan dystarbyrjan: Vesturi á Eiðinum í Vági er nakað av vindi, men hetta tykist ikki darva spælinum, og líkindini eru samanumtikið á góðari leið.










