Í næstu viku fer Ft Net, sum hevur ábyrgdina av teknikkinum í sambandi við internetið í Føroyum, at seta ferðina upp á internetinum - og hjá summum verður internetið munandi betri enn tað er nú.
Les eisini: Seta ferðina upp mánadagin
Og bæði feløgini, sum veita teletænastur í Føroyum, Vodafone og Føroya Tele, staðfesta, at tey tey fara bæði at koma við tilboðum, har fólk kunnu fáa betri internet, enn tey hava í dag.
Suni Justinussen, sølustjóri á Vodafone, sigur, at tey ætla at vera klár við ymsum tilboðum longu mánadagin, men prísir og aðrar upplýsingar í hesum sambandi, heldur hann fyri seg sjálvan til tá.
Men hann sigur, at hjá rættiliga nógvum verður hetta eitt stórt framstig hjá rættiliga nógvum.
Tað besta internetið, sum nú er til taks, er 50 megabit, men í næstu viku kunnu umleið helvtin av føroyingum fáa internet, sum er minst 100 megabit -í hvussu so er á pappírinum, tí tey eru ymisk viðurskifti, sum gera seg galdandi. Og tey, sum liggja allarbest fyri, kunnu fáa internet, sum er heilt upp á 200 megabit.
Men rættiliga nógv av teimum, sum í dag hava eitt internet, sum arbeiðir seint, fara eisini at fáa væl skjótari internet, enn tey hava í dag.
Men, hvussu skjótt internet, fólk kunnu fáa, veldst um, hvussu tætt tey búgva við eina støð, og í summum førum verður kanska eisini neyðugt at fáa sær nýggjan beinara. Í ávísum førum verður kanska eisini neyðugt við øðrum, tekniskum broytingum heima við hús hjá fólki.
John Syderbø, marknaðar- og produktstjóri á Føroya Tele, sigur, at Føroya Tele fer at hava nøkur tilboð, sum laga seg til tað hægri ferðina á internetinum.
Hann vil ikki siga nakað um prís, ella akkurát nær tað verður. Hann vil heldur ikki siga nakað um, hvørja ferð brúkarin kann vænta sær. Men hann sigur, at tey miðja eftir at hava tilboðini klár, tá ið ferðin verður sett upp - og tað verður hon mánadagin.
– Tað er greitt, at vit koma við nøkrum tilboðum, tá ið ferðin verður sett upp, men nú sita vit og gera tær seinastu tillagingarnar, sigur John Syderbø.