Næstsíðsta leygadag var seyðasýning í Skálavík, har menn úr eysturbygdunum og øðrum bygdum við komu saman at sýna fram seyð og til hugnaliga samveru

Næstsíðsta leygadag var seyðasýning í Skálavík, har menn úr eysturbygdunum og øðrum bygdum við komu saman at sýna fram seyð og til hugnaliga samveru

Aftur í ár var seyðasýning í Skálavík. Hetta er fjórða árið, at sýning er í bygdini, og munnu tað verða um­støð­urnar, ið gera tað, at hon er her á hvørjum ári, heldur Palli Dalsgaard í Skálavík.
Hann greiðir frá, at tað er ein stuttleiki at síggja, hvussu væl menn ganga upp í hetta tiltakið.
Lítið man vera at ivast í, at fyri seyðabrúkið er hetta ein stórur bati. Men tað er ikki einans seyðurin, ið hevur fyrimunin av hesum tiltaki, heldur Palli Dalsgaard.
Tað sosiala í hesum hevur eisini sín stóra týdning. Menn koma saman úr øll­um eysturbygdunum, og øðrum bygdum við. Menn, ið annars lítið og einki hava við hvønn annan at gera í tí dagliga hittast og kunnu tosa saman um mangt og hvat. Men tað er ikki einans um seyð, tosað verður, nei, tað er so eiðasørt, greiðir Palli Dalsgaard frá.
Mong ymisk mál eru uppi og venda ta tíðina, seyða­sýningin varir.
Eg havi nevnt tað fyrr. Tað er tann ungi bóndin her í bygdinin, Eynar Mart­­in Kjærbo, ið er upp­havsmaðurin til hetta til­takið. Hann gongur upp í tað við lív og sál og hevur fingið fleiri at taka undir ivð sær.
Teir, sum stíla fyri og sýns­menninir eiga tøkk uppi­borna fyri sítt arbeiði. Aftaná, tá liðugt var, var mat­ur at fáa á Keldu fyri øll. Tær kvinnurnar, ið har hava gjørt eitt sórt arbeiði, eiga eisini eina stóra tøkk uppiborna. Kvinnan setur sín sermerkta dám á alt tað, maðurin tekst við, heldur Palli Dalsgaard.
Á Keldu vóru steypini hand­að teimum, sum høvdu bestu seyðirnar.
Vit fingu nógv og gott at eta, sungu nakrar sangir. Tá var tíð til frið at venda, ein langur og hugnaligur dagur var at enda komin, greiðir Palli Dalsgaard frá.