Í kvøld verður ein forvitnislig konsert í Viðareiðis kirkju.
Tað er ein konsert við Kirkju- og Ungdómskórinum úr Christianskirkjuni í Klaksvík, sum fer at framføra part av sangskrá teirra.
Kórið hevur bert vant síðani í januar mánaði í ár, men hevur longu framført fleiri ferðir millum annað við stórslignari konsert á Norðoyastevnu í Klaksvík og aðrastaðni.
Konsertin í Viðareiðis kirkju byrjar klokkan 20.
Aftaná verður hugnaløta við kaffi í Roykstovuni í Ónagerði prestagarði.