Næsti fundur

25. tingfundurin hesa setuna, verður settur týsdagin klokkan 10

Tingfundurin týsdagin verður merktur av frágreiðingini um ráðlegging av útbúgvingar- og granskingarpolitikki. Á skránni fyri tingfundin er nevniliga aðalorðaskifti um tingmál 101-3/1999, sum er frágreiðing sambært grein 51, stykki 4, í tingskipanini frá Signari á Brúnni, landsstýrismanni, um ráðlegging av útbúgvingar- og granskingarpolitikki í framtíðini og í sambandi við sjálvstýrisverkætlanina.

Tingfundurin endar við framløgu.