Starvsmannafelagið hevur fingið lovað frá fíggjarmálaráðharranum, at henda skipan verður tikin av, og í gjár fór tingið undir fyrstu viðgerð av málinum.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at hetta málið verður reist á tingi - men hetta er fyrstu ferð, at uppskotið kemur frá landsstýrismanni, so hesaferð ganga vit út frá, at málið verður samtykt - alt annað vildi verið ein misálitisváttan á sjálvan fíggjarmálaráðharran.
Miðflokkurin og Javnaðarflokkurin hava fleiri ferðir fyrr tengt hetta málið saman við viðurskiftunum hjá tímaløntum, ið sum kunnugt altíð sjálv hava verið noydd at rindað fyri fyrstu tveir sjúkradagarnar. Tí hava teir fleiri ferðir reist málið í tinginum. Seinast hendi tað gleðiliga undir fyrstu viðgerð, at formaðurin í Trivnaðarnevndini, ungi tjóðveldismaðurin Páll á Reynatúgvu, frá tingsins røðarapalli boðaði frá, at hann fór at taka undir við málinum.
Men hvat hendir? Hesin ungi og eldhugaði tjóðveldismaðurin segði ov nógv. Hann »gloymdi«, at hann var partur av eini samgongu, »sum ikki hevur lov« at taka undir við einum andstøðuuppskoti, og hann noyddist tí at eta tilsøgnina í seg aftur, og royndist á henda hátt arbeiðararrørsluni svíkur?
Umberingarnar tá vóru, at samfelagið ikki hevði ráð - hvørki til at rinda fyri sjúku hjá alment settum - tíans heldur hjá tímaløntum. Men nú er eitt sindur vent í holuni. Nú hevur tað almenna ráð at gjalda fyri sjúku hjá almennum starvsfólkum, men tann tímalønti er sjálvandi gloymdur!
Men tað gleðiliga hendi í gjár, at Miðflokkurin og Javnaðarflokkurin boðaðu frá, at teir aftur fara at leggja fram uppskotið um, at tímalønt skulu fáa dagpening frá fyrsta sjúkradegi - v. ø. o., at tey tímaløntu fáa somu viðurskifti undir sjúku, sum tey fastløntu.
Hesaferð verður uppskotið samtykt. Við teimum sjey atkvøðunum frá Javnaðarflokkinum, tí eini atkvøðuni frá Miðflokkinum og teimum átta frá Tjóðveldisflokkinum eru 50% av tingfólkunum fyri uppskotinum - og harvið ber ikki til at fella tað.
Men treytin er sjálvandi tann, at Tjóðveldisflokkurin ikki aftur roynist teim tímaløntu svíkur?










