Bjørn Patursson,
formaður Bóndafelag Føroya
Eg fari við hesum at leggja stríðið, um at fáa regluna um innflutning av livandi dýrum, úr veterineravtaluni við ES.
Nógv hevur verið roynt og nógv hevur verið tosa. Tann seinasta royndin var nú her fyri tá so frægir menn sum løgmaður, varaløgmaður og sjálvur landbúnaðarmálaráðharrin gjørdu eina seinastu roynd, at rætta uppá hetta mistak. Tó ikki óvænta, fingu teir greitt svar frá millumnevndini, at skal naka gerast nú fellur øll avtalan á gólvið. ?Take it or leave it?, síkt er stórmakta-samstarv! Nú stendur tað so upp til okkum sum hava við landbúnað og dýrahald at gera, at vit ansa okkum.
Hvat er at gera
Eingin fær meg at siga, at vit skulu gera sum Amish fólkini, halda okkum uttan fyri alt. Tað er skilagott at fornýggja seg, tað vita vit sum hava við dýrahald at gera og vita eitt sindur um nøring. Men hinvegin, vit skulu ikki gloyma, at tað sum er bygt upp hevur tikið langa tíð og neyðugt er at hugsa seg væl um hvat gjørt verður.
Vit hava Almennar Royndir og Ráðgeving, sum hevur um hendir alla landbúnaðarráðgeving og alt royndar-virksemið. Somuleiðis hava teir um hendir ísáðing og neytaeftirlit. Endamálið við hesum virksemið má verða at finna nýggjar leiðir og ganga á odda tá brótast skal upp úr nýggjum. Vit eiga at gera nýtslu av hesum møguleika og brúka hesa støð til royndir og verju.
Vit hava eitt fakfelag sum nú er við at fáa fótin fyri seg. Vónandi kemur tað at gera munin í framtíðini bæði tá tað snýr seg um at ráðgeving og at halda eygu og oyru opin fyri tí sum hendir rundan um vinnuna.
MBM er seriøsur felagskapur og sjálvt um Djóralæknatænastan er privat virksemið, eri eg onga løtu í iva um at søkjur ein sær ráð eru nógvar hurðar opnar. Jarðarráðið hevur eisini landbúnaðarfrøðingar ansettar.
Føroyska landsdjóralækna-embætið átti, eftir mínum tykki, ikki bara at hugsa um sjúkur
Landsdjóralæknin hevur evsta vald á sínum øki. Tað er ikki smávegis ábyrgd at sita við. Man tað verða annaleiðis at sita sum landsdjóralækni í Føroyum enn t.d. í Noregi? Helst ikki siga nógv, og hví skulu føroyingar altíð skjóta seg inn undir at vit eru annaleiðis?
Men her haldi eg tó at støðan hjá okkara landsdjóralækan er annaleiðis. Hann er munandi meir sjónligur og hevur eitt munandi meir avmarka øki at umsita. Hetta lítla øki hevur sjógv í allar ættir, umframt at hetta land aftur er samansett av 18 oyggjum.
Vit eru ein serstøk tjóð við okkara egnu siðum. Okkara seyðahald verður ikki rikið eins og vit kenna tað í ES. Sjálvt íslendingar, grønlendingar og norðmenn kunnu ikki reka sítt seyðahald eins og vit gera. Hvør háttur er skilabestur skal eg ikki koma inn uppá á hesum sinni, men vil bert vísa á, at vit eins og við grindini víkja frá á hesum øki, og tað eiga okkara myndugleikar at verða greiðir yvir og virða. Tað kann ikki gera skaða at samstarva.
Seyðahald, og stórt sæð allur landbúnaður, byggjur á ?sjálvrekrut-terðandi? skipanir. Vit hava okkara egna føroyska seyð, sum hevur tillaga seg okkara veðurlag og viðurskiftir. Hartil byggir seyðahaldið á aldar gamlar siðir, sum bæði seyðurin og vit sum fáast við, royna at halda fast um. Slagið og røktingarhátturin byggir á lágt kostnaðarstøði og nettoúrtøku. Tað eru fleiri enn ein sum halda, at tað illa ber til at fáa nógv meir burtur úr seyðinum enn vit í dag fáa burtur úr einum skilagóðum rakstri, also ?netto?!
Men tað er væl skiljandi at fólk vilja royna naka nýtt. Nærliggjandi er at hugsa sær at fólk sum hava avmarkaða økið t.d. eina trøð, vilja royna nýtt seyðaslag. Men hvussu nógvar hagar mann ein græður brundseyður náa at fara um tá óhappi hendur og hann brýtur seg út av eini trøð t.d. í Havnardali áðrenn hann verður afturfunnin?
Lat hetta verða ein lærupenga
Tað er við ringum tannabiti, men vit kunnu siga at vinnan hevur við hesum lært, at tað er alneyðugt at verða árvakin og halda eygu og oyru opin fyri hvat fyriferst uttan um okkum. Hetta gerst best við at standa saman sum ein maður og krevja sín rætt.
Bóndafelagið hevur eftir mínum tykki gjørt tað sum gerðast kann í hesum máli. Vit hava gjørt tað sum stendur í okkara makt til tess at redda barnið uppaftur á turt. Uppskot hava verið fleiri bæði frá einstøkum limum og fólki annars, tøkk fái tit fyri tað. Eg haldi, at vit øll, -bæði føroya fólk og okkara politikarar vita hvat er fyrifarist í hesum máli og hvør støðan er. Um ikki annað so lat okkum taka við læru av tí sum hent er.
Nú er ikki at sita hendur í favn
Nú eiga vit, og fyrst og fremst okkara myndugleikar, sum hava komið okkum í hesa støðu, at bróta upp um armar og seta allar kreftir á til tess at byggja fyribyrgjandi tiltøk og verja okkum best møguligt. Neyðug tiltøk til tess at staðfesta okkara dýraheilsustøðu mugu setast í gong alt fyri eitt. Vit hava til dømis eitt væl virkandi sláturvirkið í Hósvík sum longu hevur uppbygt djóralækaneftirlit við øllum dýrum sum verða flett har. Tey verða kannaði bæði á lívið og eftir fetting. Bæði har og hjá virkandi Djóralæknatænastuni eiga at finnast virðismiklar upplýsingar sum, eftir mínum tykki, longu nú kunnu brúkast í verjutiltøkum.
Heldur eingin skiftistíð í hesum sambandi
Tað er bara óskiljandi og ein beiskur bitið at svølgja hetta, at vit ikki kundu fáa eina tillagingartíð til tess at fyrireika okkum til hesa kolveltandi støðu. Men soleiðis uppføra stórmaktir seg í samráðingum anno 2000. Lat okkum skriva okkum hetta aftan fyri oyra. Góða heilsu.