Hóast tað leingi hevur verið greitt, at Hillary Clinton er forsetavalevnið hjá Demokratunum til næsta val, so hevur argasti kappingarneyti hennara, senatorurin Bernie Sanders, fram til í dag sýtt fyri at alment stuðla hennara valstríði.
Í dag gav hann tó loksins skarvin yvir og almannakunngjørdi, at hann stuðlar Hillary Clinton í hennara roynd at gerast fyrsti kvinnuligi forsetin í søguni hjá USA.
- Hon verður Demokratiska forsetavalevnið og eg ætli at gera alt eg kann fyri, at hon verður næsti forsetin í USA, segði Bernie Sanders á einum felags valfundi við Hillary Clinton í dag, og legði afturat.
- Hetta valstríðið er um tørvirnar hjá amerikanska fólkinum og at gera nakað við tí sváru kreppu, ið vit eru í. Eg eri ikki í iva um, at nú vit nærkast november, so er Hillary Clinton klárt tað besta valevnið.
Bernie Sanders legði tó dent á, at hann framhaldandi er ósamdur við Hillary Clinton á fleiri økjum.
- Tað er eingin loyna, at Hillary Clinton og eg eri ósamd um fleiri mál. Tað hevur verið kjarnan í okkara valstríði. Tað er tað, ið fólkaræðið snýr seg um, segði Sanders.