Víkingur hevði aðalfund í kvøld. Uppmøtingin var góð, og nevndarvalið kendist vera staðfesting av, at limirnir eru nøgdir við gongdina. Tað stóðu tríggir nevndarlimir fyri vali, og teir vórðu allir afturvaldir – Brandur Jacobsen, Elin Vatnhamar Olsen og Jeffri Olsen.
Eftir fundin skipaði nevndin seg. Talan var um afturval, og nevndin sær soleiðis út:
Brandur Jacobsen, formaður
Ólavur Thomsen, næstformaður
Elin Vatnhamar Olsen, skrivari
Hanna E. Olsen, nevndarlimur
Jeffri Olsen, nevndarlimur
Jákup Poulsen, nevndarlimur
Facebook síðan hjá felagnum veit at siga, at hetta er fjórða skeiðið, sum øll hesi nú fara undir:
Hesi fólkini hava uppiborðið eitt herðaklapp fyri sítt megnar arbeiði!
Nevndin í Víkingi fer nú undir sítt fjóðra skeið uttan útskiftingar. At hava eina so støðufesta nevnd, skal ikki takast fyri givið, og so er tað eisini gleðiligt, at vit eru eitt av fáum feløgum í landinum, sum hava tvær kvinnur í nevndin, verður sagt á vikingur.fo.
Á fundinum varð upplýst, at tað í felagnum eru 40 ungdómsvenjarar, og at samlaða talið á teimum, sum spæla fótbólt í felagnum, er umleið 500. Í Eysturkommunu búgva tað 2.219 fólk. Tað vil siga, at ein lítil fjórðingur av teimum, sum búgva í Leirvík og Gøtunum, spæla fótbólt í felagnum.